Katie Ledecky 15:20.48 og nýtt heimsmet í 1500 frí

Katie Ledecky setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á TYR Indianapolis Pro Swim Series í Indianapolis svam teinin uppá 15:20.48. Hon átti sjálv heimsmetið á 15:25.48, frá HM í Kazan í 2015.

Katie Ledecky Smashes 1500 Free World Record on First Night of TYR Indianapolis Pro Swim Series

Katie Ledecky nýtt heimsmet í 1500 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti nýtt heimsmet í 1500 frí í síðsta innleiðandi riðli fyri løtu síðani í Kazan. Hennara nýggja met er 15:27.71. Gamla metið hjá henni var 15:28.36. Lotte Friis royndi seg í næstsíðsta riðli og svam næstbesta tíð í morgun við 15:54.23. Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag royndi seg eisini í greinini, og svam tá 18:21.09, sum hevði verið stórt persónligt met um ikki hon í Portugal herfyri longu hevði betrað nógv um tað, niður á 18:09.25. Áðrenn tað var metið hjá Lenu 18:32.85, frá Danish Open í mars mánaða. Finalan í 1500 frí hjá kvinnum verður í annaðkvøld. Sí fleiri úrslit her.

Katie Ledecky 3:58.86 og nýtt heimsmet í 400 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet fyri kvinnur í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á amerikansku meistarastevnuni í Irvine, California svam teinin uppa 3:58.86. Tað var italska Federica Pellegrini sum áttið metið á 3:59.15, frá HM í Rom í 2009, og Ledecky er nú fyrsta kvinna síðani Janet Evans í 1987 sum eigur heimsmetini í bæði 400, 800 og 1500 frí. Lesið t.d. SwimmingWorld.

Katie Ledecky 8:11.00 og heimsmet eisini í 800 frí

Amerikanska Katie Ledecky megnaði í gjárkvøldið at seta enn eitt heimsmet, tá ið hon á Woodlands Senior Invitational svam 800 metrar frísvimjing uppá 8:11.00, har hennara heimsmet frá HM í Barcelona í fjør var 8:13.86. Hetta var so afturat heimsmetinum í 1500 metra frí hóskvøldið, á eini stevnu sum ikki hevur serliga stóran týdning. Sí SwimmingWorld

Katie Ledecky 15:34.23 og heimsmet í 1500 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á ‘Woodlands Senior Invitational’ í Texas svam teinin uppá 15:34.23. Heimsmetið hjá henni var 15:36.53, frá HM í Barcelona í fjør. Sí SwimmingWorld

Hendan stevnan nú er ikki nøkur stevna har svimjarar vanliga toppa, so nú verður nærmast væntað at hon fer at trýsta heimsmetið enn longur niður, tá ið størri stevnur verða í summar.

Á meira prestigufyltu Arena Grand Prix í Santa Clara, vann Lotte Friis greitt kappingina í 1500 metra frísvimjing við tíðini 16:00.35, sum nú er triðskjótasta tíð í heiminum í ár. Tað sigur kanska eitt sindur um hvussu skjótt Ledecky svam, meira ella minni aleina í Shenandoah.