Vár vann ólavsøkusvimjingina

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann opna bólkin í Ólavsøkusvimjingini 2017, ið var svomin fríggjadagin úti á Molanum aftaná kappróðurin. Vár svam teinin, 400 m, á 5 min og 11 sekund.

Martin Dam eigur myndina

Continue reading Vár vann ólavsøkusvimjingina

Jon Hestoy høvuðsdómari á HM í Budapest

Nú nærkast HeimsMeistarastevnan 2017, sum verður í Budapest í Ungarn við stórslignari setan fríggjadagin hin 14. juli, og síðani við kappingum frá tá av og til sunnudagin hin 31. juli 2017. Sí kalendaran her.

Continue reading Jon Hestoy høvuðsdómari á HM í Budapest

Tjóvstarturin í Berlin

Soleiðis sá tjóvstarturin hjá Páli Joensen út á rásini hjá Evropeiska svimjisambandinum. Sum frætt svam Pál einar 800 metrar áðrenn dómarnir steðgaðu hann. 27 minuttir aftaná startin sá man Pál “svimja út”, sum svimjarir plaga at gera aftaná kapping. Tá kappingin var liðug sást millum áskoðarnir varaforsetin í teknisku nevndini fyri havsvimjing, Jon Hestoy.

Jon Hestoy í nýggjasta LEN Online Magazine

Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar í nýggjasta LEN Online Magazine at Evropa aftur hesuferð varð besti heimspartur á HM í svimjing, við sínum tilsamans 27 heimsmeistaraheitum og 90 heiðursmerkjum. Fyri okkum føroyingar er tað nokk so stórt at síggja Jon Hestoy upplistaðan millum evropearar í FINA-leiðsluni, sum limur í teknisku nevndini fyri svimjing á opnum vatni.

hestoy-len-magazine-bcn2013

Jon Hestoy valdur í teknisku nevnd hjá FINA

Altjóða svimjisambandið kunngjørdi í gjár tey fólk sum eru vald millum annað í teknisku nevnd fyri svimjing á opnum vatni, sonevndu TOWSC (Technical Open Water Swimming Committee), komandi fýra árini. Ein teirra er Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, sum í 15 ár hevur røkt líknandi uppgávu fyri evropeiska svimjisambandið LEN.

DSC01032

(Hestoy saman við øðrum kendum fólki í Barcelona, “Home” Gharavi og pápa Yannick Lebherz)

Hetta er ógvuliga spennandi fyri Hestoy og okkum føroyingar, tí harvið verður hann ikki bara ein virkin lutur á HM og World Cup og líknandi sum hoyrir beinleiðis undir FINA, fram til HM í Gwanjun í Korea í 2017; men eisini á Olympisku Leikum í Rio í Brasil í 2016. Ein kann siga, at fyrsti føroyingurin longu er úttikin til Rio 2016 🙂

Virtuel 1500 finala

Tá A finalan bleiv varpað í Kringvarpinum leygardagin, legði Hestoy ikki merkið til hvussu glaður Sawrymowicz var á skerminum, tá hann vann við 7/100 av sekundi sum áskoðari. Og tíverri hevði Eurosport ella Kringvarpið ongan grafikk, sum kundi vísa, hvussu tíðin hjá Sawrymowicz lá í mun til Pál og Mads. Tann virtuella kappingin hevði verið óhugnaliga spennandi at sæð, also hugt við donskum brillum. Pál hevði tær bestu innleiðandi splitttíðirnar, men dragnaði so smátt ímóti endanum. Endaspurturin hjá Glæsner kundi hava bjargað dønum eitt gull aftrat. Men so skuldi ikki vera, Hestoy!


Continue reading Virtuel 1500 finala