Jo Jackson er við at forkoma av astma

Bretska Joanne Jackson vann bronsu í 400 frí á OL í Beijing, setti heimsmet í greinini í mars 2009, og vann silvur á HM í Rom í august. Men vegna astma mátti hon melda avboð til landsdystin ímóti USA í desember, og síðani er tað bara versnað. Ein samanseting av astma, køldum vetri, influensa og kroniskum biholubetendilsi merkir, at hon hevur ikki kunnað vant meira enn 30-40% av tí sum hon og venjarin halda at hon átti .. og at hon til tíðir hevur havt astma-anføll so ógvuslig, at fysioterapeuturin eftirfylgjandi mátti seta rivjabein upp á pláss aftur, sum vóru hoppað út.

Hon fær ikki trenað startir og styrkivenjing, tí at bringukassin í løtuni er so viðbrekin. Tey geva henni ongan kjans at koma at luttaka á EM í Budapest í august, men tó so fer hon nú at luttaka á úttøkukapping hjá bretum, til Commonweath Games í Delhi í oktober. Ikki fyri at gerast millum favorittarnar, men fyri bara at koma á liðið. Langtíðarmálið er og verður OL í London í 2012, og tað er tí kanska bara gott at hetta hendi so mikið langt frá 2012, so at tey komandi ár kunnu verja seg betur.

Eftir úttøkukappingina í næsti viku verður fundur millum venjara, landsvenjara, ítróttarstjóra og lækna, at gera eina langtíðarætlan fyri Jackson, har læknin sigur at tvey týdningarmestu stigini vera, at fáa røttu medisinsku viðgerð til hana, og at koyra hana á venjingarlegur í heitum londum, tá ið influensafarsóttirnar herja um veturin.
Continue reading Jo Jackson er við at forkoma av astma

Tveir bretar undir heimsmetið í 400 frí

Man má siga at bretar verða bara meira og meira klárir til OL í London 2012, nú Rebecca Adlington á bretsku langteinameistarastevnuni í gjár mátti noyðast við silvur við tíðini 4:00.89, hóast hon var undir ‘gamla’ heimsmetið hjá Federica Pellegrini á 4:01.53, tí at (eisini bretska) Joanne Jackson vann gull og setti heimsmet við tíðini 4:00.66. Les SwimInfo