Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Nú eru úrslitini frá Jersey tald við í yvirlitinum av søguligum oyggjaleikasvimjarum. Ovast er Pál Joensen við 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur. Gevi gætur at liðkappingarnar eru ikki taldar við. Nýggj í topp 10 er Sára R Nysted úr Susvim. Hon er komin beinleiðis inn sum nr 4 við 4 gull og 2 bronsur eftir Pál, Høgna T Hansen og Elspa Mørkøre. Sára hevur samstundis sett met sum mest vinnandi debutantur. Gamla metið átti Pál Joensen, tá hann, sum oyggjaleikadebutantur, vann 3 einstaklinga gull á Rhodos í 2007.


Astrið, Ásbjørg, Signhild og Sára
Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Fjórðu riðlar á Jersey 2015

Føroysku svimjararnir halda áfram at gera vart við seg her á Oyggjaleikum, nú vit fjórða dag á rað fingu luttakarar víðari til so gott sum allar finalur. Serligar góðar vónir kunnu vit loyva okkum at hava til 400 metra frísvimjing fyri menn, men hartil eru heiðursmerkjamøguleikar í øðrum kappingum eisini.


Continue reading Fjórðu riðlar á Jersey 2015

Triðju finalur á Jersey 2015

Ein harður dagur yvirstaðin, har føroyska liðið ikki stóð til at fara at gera tær stóru skreytirnar, men tó megnaði at vinna 1 gull og 4 bronsu, umframt at Sára Nysted setti nýtt juniormet í 400 frí, og kvinnustafettin setti nýtt landsliðsmet í 4×100 frí. Tað verður sagt at vit í verandi løtu enn føra kappingina um flest gullheiðursmerki á svimjistevnuni, við 8 gullheiðursmerkjum har Jersey sum nr 2 hevur 6.


Continue reading Triðju finalur á Jersey 2015

Triðju riðlar á Jersey 2015

Hóast hetta á pappírinum er tann harði dagurin hjá føroysku svimjarunum, har eingin svimjari er styrkismettur at vinna gull, so hava føroyskir svimjarar kvalifiserað seg til allar finalur í kvøld, Signhild Joensen enntá við bestu tíð av øllum í 200 metra ryggsvimjing. Fokus er á at geva tað vit eiga, til at heiðursmerkini skulu verða so torfør sum gjørligt at vinna. Royna at vinna tað vit kunnu í kvøld, og so koma ordiliga sterkt aftur í morgin.


Continue reading Triðju riðlar á Jersey 2015