3 heiðurmerki afturat til danir í Japan

Lotte Friis megnaði at vinna gull í 400 frí við tíðini 4:02.53, og Mads Glæsner silvur í somu grein við tíðini 3:43.64. Vinnarin á Mads var japanski Takeshi Matsuda við tíðini 3:42.91. Jeanette Ottesen vann bronsu í 100 frí við tíðini 53.61, aftanfyri Therese Alshammar á 53.39 og kinesisku Z. Li á 53.48. Rikke Møller Pedersen svam seg við tíðini 2:22.49 til eitt fimtapláss í 200 bringu, har hennara evropamet frá EM í Istanbul í desember er 2:16.66. Sí úrslit her á seiko.co.jp

5 heiðurmerkir til danir, fyrsta dag í Japan

Lotte Friis vann 800 frí við tíðini 8:20.50, og Mads Glæsner vann 1500 frí við tíðini 14:49.74. Jeanette Ottesen vann silvur í 50 frí við 24.63, aftanfyri svensku Therese Alshammar á 24.47, og hartil bronsu í 50 firvald við tíðini 25.91, aftanfyri Therese Alshammer á 25.51 og Lin Jiao á 25.89. Rikke Møller Pedersen kláraði við 1:03.09 at vinna B-finaluna í 100 blandað, tvs. gerast nr 9, men gjørdist so hinvegin einans nr 23 í 100 bringu, við tíðini 1:08.68. Hon eigur evropametið í 100 bringu, við 1:04.21 frá Salnikov Cup í desember. Vinnarin í 100 bringu var Mina Matsushima úr Japan, við 1:05.67. Sí úrslit her á seiko.co.jp.

Danir til Tokyo at kappast

5 danskir landsliðssvimjarar eru farnir til Japan nú um vikuskifti, at luttaka á fyrstu stóru altjóða kapping hetta árið, kallað Japan Open í Tokyo. Tey 5 eru Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen, Lotte Friis, Micha Østergaard og Mads Glæsner, sum skulu kappast í 25 metra hyli har eysturi, við endamáli at fáa fleiri royndir í altjóða kapping, og at kunna sparra við bestu svimjarum. Men danir vænta ikki góðar tíðir, vegna tungu venjingina í seinastuni. Les her á svoem.dk.