Holmgonga millum Park og Mellouli sunnudagin

Tae Hwan Park og Oussama Mellouli luttaka í hesum døgum á Janet Evans Invitational stevnuni í USA, har teir millum annað sunnudagin skulu svimja finalu í 1500 frí. Park svam 15:31.69 og skjótast í innleiðandi í gjár, við amerikanska Trevor R Scheid sum nr 2 við 15:33.88 og Mellouli sum nr 3 við 15:34.10.