HS-masters eisini heiðursmerki síðsta kvøld í Hafnarfirði

Síðsti stevnupartur varð í kvøld avgreiddur á íslendsku opnu master meistarastevnuni, og vunnu masters-svimjararnir úr Havn aftur bæði gull, silvur og bronsur. Tvey lið gjørdust íslandsmeistarar hjá monnum og kvinnum, og tilsamans vunnu tey eini 9 gull, 11 silvur og 8 bronsur á hesi stevnu.

HS garpar í Hafnarfirði

(HS masters í Hafnarfirði. Eyðun Húsgarð eigur myndina)

Continue reading HS-masters eisini heiðursmerki síðsta kvøld í Hafnarfirði

Enn fleiri heiðursmerki til HS-masters í Hafnarfirði

Tað varð til enn fleiri heiðursmerki til Havnar Svimjifelag, tá ið næsti partur av íslendsku opnu masters meistarastevnuni varð avgreiddur í Ásvallalaug í Hafnafirði í morgun. Jon Hestoy varð íslandsmeistari í eisini 400 frí og 100 blandað, umframt Eyðun Húsgarð í 400 frí og Gunnley Durhuus í 50 bringu, og eitt mix-lið í 4×50 blandað.

Jon Hestoy í fokus

(Jon Hestoy trýfaldur íslandsmeistari, umframt 2 ferðir í stafettum. Eyðun Húsgarð eigur myndina)

Continue reading Enn fleiri heiðursmerki til HS-masters í Hafnarfirði

Masters-svimjarar hjá HS vinna heiðursmerki í Íslandi

Íslendarar skipa í hesum døgum fyri Icelandic Masters Open Championships 2016, við luttøku av eisini einum hópi úr Føroyum. Tey kappaðust í gjárkvøldið og skulu so kappast aftur í morgun og seinnapartin, og longu nú hava føroyingar vunnið fleiri heiðursmerki, umframt at vit hava fingið íslandsmeistarar bæði í einstaklinga og í liðkapping.

HS garpar við Ásvallalaug

(HS garpar við Ásvallalaug. Randi Holm eigur myndina)

Continue reading Masters-svimjarar hjá HS vinna heiðursmerki í Íslandi