Óli Mortensen 4:11.64 og juniormet í 400 frí

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag hevur á íslendsku meistarastevnuni á langgeil (ÍM50) í morgun sett nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:11.64 har kravtíðin til at kunna seta met var 4:20.05. Hetta var í innleiðandi riðlunum, og tíðin var triðbest av teimum 24 sum svomu, so hann fær vælsagtans møguleika aftur í kvøld. Til ber at fylgja við stevnuni beinleiðis á SportTV, finalurnar byrja kl 17:30 íslendska tíð (18:30 í Føroyum?).