Óli bronsu í 400 blandað á ÍM 50m 2013, Bartal føroyskt met

Teir báðir Óli Mortensen og Bartal Hestoy endaðu sína luttøku á Íslandsmeistaramót í 50m 2013 við stíli, tá ið teir í kvøld svumu finalu í 400 metra blandaðari svimjing, Óli við tíðini 4:45.85 sum gav eitt bronsuheiðursmerki, og Bartal við nýggjum føroyskum meti 4:37.09. Metið hjá Bartali var annars 4:38.10 frá Actavis Open í Hafnafirði í mars mánaða, og tað hevði rokkið til eitt silvurmerki her á ÍM 50m 2013, um ikki hann vegna kolldøming um morgunin nú svam ‘uttanfyri kapping’. Sí úrslitalistan her.

Fyrr um kvøldið luttók Óli eisini í finaluni í 200 metra frísvimjing, har úrslitið gjørdist eitt fjórðapláss í tíðini 1:59.34, eitt sindur lakari enn hansara 1:59.06 frá um morgunin. Sí úrslitalistan her. Men vit skulu nokk ikki klaga – 2 íslandsmeistarar, 3 gull, 2 silvur, 1 bronsu, 2 føroysk met og 2 juniormet, tað er heilt ókey við bara 2 svimjarum á stevnuni 🙂

Óli

  • 4:07.48 og silvur í 400 frí
  • 16:08.20, silvur og juniormet í 1500 frí (metið hjá honum var 16:09.16)
  • 8:30.32, gull og juniormet í 800 frí (metið hjá honum var 8:31.34)
  • 4:45.85 og bronsu í 400 blandað

Bartal

  • 2:10.34 og gull í 200 blandað
  • 2:26.46, gull og føroyskt met í 200 bringu (metið hjá Páli var 2:26.59)
  • 4:37.09 og føroyskt met í 400 blandað (metið hjá honum var 4:38.10)

Bartal kolldømdur í 400 blandað á ÍM 50m 2013, Óli víðari í finalu

Update! Tað sær út til at Bartal allíkavæl fer at luttaka í finaluni seinnapartin, men ‘uttanfyri kapping’. Tað vil siga at hann fær hendan eyka møguleika at svimja eina góða, offisiella langgeila-tíð, tó uttan at kunna kappast um heiðursmerki og heiðurin at verða íslendskur meistari.

Ups, Bartal Hestoy var fyri løtu síðani kolldømdur í innleiðandi riðlunum av 400 blandað á íslendsku meistarastevnuni í Reykjavík, sum merkir at hann ikki kemur at luttaka í finaluni seinnapartin. Hann hevði annars bestu tíð 4:44.90,og er sum kunnugt kanska sterkastur í akkurát hesari grein, so hatta var ein dyggur smeitur eftir nakrar annars ógvuliga imponerandi dagar í Laugardalslaug. Sí úrslitalistan her.

Hinvegin kom Óli Mortensen víðari til finalu við fjórbestu tíð í eisini hesi grein, 4:54.93 í mun til tilmeldingartíð 4:48.98, og hevur hartil góðan kjans at gera seg galdandi í heiðursmerkjastríðnum seinnapartin, serliga nú Bartal manglar. Finalurnar byrja klokkan 17:00 íslendska tíð, sum er klokkan 18:00 her í Føroyum. Fylgið við úrslitunum her á aegir.is.

Óli 1:59.06 og í finalu í 200 frí á ÍM 50m 2013

Óli Mortensen svam seg í morgun víðari til finalu í 200 metra frísvimjing á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Reykjavík svam teinin 1:59.06. Hetta var fjórbesta tíð av teimum luttakandi í greinini, og við tað at Óli hevur svomið skjótari fyrr, so burdi verið møguleiki fyri heiðursmerki eisini her, seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

Óli 8:30.32, gull og juniormet á Íslandsmeistaramót í 50m 2013

Óli MortensenÓli Mortensen megnaði í kvøld at vinna sær gullheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Laugardagslaug í Reykjavík svam teinin uppá 8:30.32, frammanfyri íslendsku Daniel Hannesson á 8:31.07 og Arnór Stefánsson á 8:32.78. Hetta er eisini nýtt føroyskt juniormet, í mun til teir 8:31.34 sum Óli svam á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør summar. Óli førdi rættiliga greitt frá byrjan til endan, upp í smá trý sekund við 700 metrar, til Daniel setti spurt inn seinastu 100, og mundi fingið Óla aftur. Sí úrslitalistan her.

Óli í 800 frí finalu á ÍM 50m 2013, seinnapartin

Teir báðir Bartal Hestoy og Óli Mortensen høvdu frí frá innleiðandi riðlum á íslendsku meistarastevnuni í Reykjavík í morgun; men seinnapartin er Óli í finalu í 800 metra frísvimjing, við bestu tilmeldingartíð av øllum.

Óli 16:08.20, silvur og juniormet í 1500 frí á ÍM 50m 2013

Óli MortensenÓli Mortensen megnaði fyri løtu síðani at vinna sær silvurheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Laugardalslaug í Reykjavík svam 1500 metra frísvimjing uppá 16:08.20. Harvið setti hann eisini nýtt føroyskt juniormet, har hitt gamla var hansara 16:09.16 frá Reykjavík International í januar. Sí úrslitalistan her.

Bartal 2:26.46, gull og føroyskt met í 200 bringu á ÍM 50m 2013

Bartal Hestoy megnaði fyri løtu síðani at vinna sær gullheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Laugardalslaug í Reykjavík svam teinin uppá 2:26.46. Harvið tók hann eisini føroyska metið frá sjálvum Páli Joensen, sum var 2:26.59 frá Østdanske Langbane Mesterskaber fyrr í vár. Sí úrslitalistan her

Løtu seinni luttók hann eisini í finaluni í 200 firvald, vælsagtans eitt sindur moyrur men tó í frálíku tíðini 2:13.47, sum rakk til eitt 4. pláss. Pál eigur her føroyska metið 2:12.55, og besta tíð hjá Bartali er 2:12.73 frá Actavis Open í Hafnafirði fyrr í vár. Í innleiðandi riðlunum í morgun svam hann 2:13.15, summi av okkum vildu verið glað fyri yvirhøvur at gjøgnumføra 200 firvald á langgeil 😛

Bartal Hestoy íslendskur meistari í 200 bringu

(Bartal og Kristian Martin, Óli, Niels, Morensa og ein rúgva frá Reysta í Reykjavík. Sissal Hestoy eigur myndina)

Bartal og Óli í finalum á ÍM 50m 2013 aftur í dag

Bartal Hestoy megnaði í morgun at svimja seg víðari til finalur á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, við ávíkavist bestu tíð 2:34.18 í 200 ryggog næstbestu tíð 2:13.15 í 200 firvald. Óli svam so vítt eg dugi at síggja ikki í morgun, men er í finaluni í 1500 metra frísvimjing við næstbestu tíð. Tey svimja frá kl 18:30 føroyska tíð, sí úrslit á aegir.is

Bartal 2:10.34 og gull á Íslandsmeistaramót í 50m 2013

Bartal Hestoy vann sær í kvøld gullheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Laugardalslaug í Reykjavík svam 200 metra blandaða svimjing uppá 2:10.34. Magnus Jákupsson eigur føroyska metið, sum er 2:06.92 frá donsku meistarastevnuni í 2012. Sí úrslitalistan her.

Óli 4:07.48 og silvur á Íslandsmeistaramót í 50m 2013

Óli Mortensen megnaði í kvøld at vinna sær silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á íslendsku meistarastevnuni á langgeil í Reykjavík svam teinin uppá 4:07.48, aftanfyri íslendska Anton Sveinn McKee á 3:56.65. Ein ófør tíð, juniormetið hjá Óla er 4:06.44 frá somu Reykjavík International í januar. Sí úrslitalistan her.