Úrslit frá HS-stevnuni 1. og 2. september 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 1. og 2. september 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings og her á LiveTiming

Tilsamans vóru tey eini 79 íðkarar og 15 lið úr 4 feløgum sum kappaðust 465 ferðir í 38 greinum, hesar báðar dagarnar í Havn.

Besta avrik var tá ið Signhild Joensen (2000) úr Ægir svam 2:13.41 í 200 rygg, sum røkkur til 713 FINA stig.

Besta avrik hjá monnum var tá ið Johan N. Dam (2002) úr HS svam seg til 16:17.21 og 653 FINA stig í 1500 frí.

Sí annars listan her, yvir topp-10 úrslit hjá monnum og kvinnum á hesi stevnu

Continue reading Úrslit frá HS-stevnuni 1. og 2. september 2018

Úrslit frá HS-stevnuni 23. og 24. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 23. og leygardagin hin 24. mars 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.

Tey vóru 86 íðkarar og 22 lið úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 353 ferðir í 28 kappingum, hesar 3 stevnupartarnar, har SuSvim menn settu føroyskt met í 4×50 blandað, og Róland Toftum føroyskt met í 50 bringu.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag, og eigur eisini føroyska metið í 50 metra bringusvimjing á langgeil, á 29.43 frá Danish Open 2017.

(Niels Juel Arge filmaði)

SuSvim harrar 1:50.96 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað

Suðuroyingar settu í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing fyri menn, tá ið liðsvimjing hjá Suðuroyar Svimjfelag svam teinin uppá 1:50.96. Teir sum svumu vóru Bartal Debess 30.02 í 50 rygg, Rani Jacobsen 30.97 í 50 bringu, Róland Toftum 24.68 í 50 firvald og Rói Bech 25.29 í 50 frí.

SuSvim-harrar føroyskt met í 50 frí. Frá vinstru: Bartal Debess, Róland Toftum, Rani Jacobsen og Rói Bech

Havnar Svimjfelag átti nú farna metið á 1:51.97, frá Ægir-stevnu í februar 2012, og vóru svimjararir tá Markus Joensen 28.61 í 50 rygg, Pauli Ø. Mohr 30.16 í 50 bringu, Bartal Hestoy 27.51 í 50 firvald og Óli Mortensen 25.69 í 50 frí.

Úrslitalistin sæst her á livetiming.dk

Úrslit frá HS-stevnuni í Kollafirði 17. februar 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Kollafirði, nú leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong á at stevna var í Kollafirði.