Poula Ø. Mohr 1:01.93 og føroyskt met í 100 firvald

Poula Øssursdóttir Mohr úr HS setti í dag nýtt føroyskt met í 100 metra firvald fyri kvinnur, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:01.93. Birita Debes úr Ægir átti gamla metið, ið var 1:02.75, sum hon setti í Klaksvík í november. Her síggja vit Poulu á geil 4, longst burtur, svimja mótir Kristinu Eliasen á geil 3, eisini úr Havnar Svimjifelag.

Tekniskt brek í 200 bringu

HS-stevnan byrjaði í morgun eftir ætlan, og riðlarnir blivu avgreiddir skjótt sum teir plaga. Men tá kapping 3, ið var 200 bringusvimjing hjá kvinnum, byrjaði, hoyrdist “Taki støðu” hjá startdómarinum illa í hátalarinum. Tveir svimjarir stóðu eftir á skamlunum, tá startskotið ljóðaði. Riðilin bleiv løtu seinni steðgaður.

Av úrslitum í morgun kann nevnast, at Birita Debes úr Ægir vann 50 rygg við tíðini 29.02, har metið hjá henni er 28.51. Alvi Hjelm (Ægir) vann 50 rygg og 100 blandað hjá monnum við ávikavist 29.11 og 1:02.71. Annika S. Olsen (HS) vann 200 bringu hjá kvinnum við tíðini 2:54.35. Poula Ø. Mohr (HS) vann 50 firvald og 100 blandað við ávikavist 28.74 og 1:05.46. Marius Ihlen Gardshodn (HS) vann 50 firvald og 400 frí hjá monnum við ávikavist 28.62 og 4:25.62. Victoria Wigant Eysturdal (Ægir) vann 400 frí hjá kvinnum við tíðini 4:36.66.

Kappingin byrjar aftur kl 16.30 17.30 nú seinnapartin. Allir riðlarnir í morgun uttan tann fyrsti (50 rygg hjá kvinnum, riðil 1) verða í løtuni lagdir á Youtube, og síggjast seinni á svimjing.com.