Úrslit frá SMS jólastevnuni 2012

Viðfestur er úrslitalistin frá SMS jólastevnuni í Gundadali í dag, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Mest merkisverdu úrslit vóru tær báðar tíðirnar hjá Biritu Debes (Ægir) yvir 700 FINA stig – 28.58 og 727 stig í 50 rygg, 1:01.85 og 712 stig í 100 rygg – umframt Poula Ø. Mohr sum fylgdi við Biritu í 50 rygg við 29.92 og 634 FINA stigum, og Jonna B. Thomsen sum svam 1:08.41 og 601 FINA stig í 100 blandað. Havnar Svimjifelag vann hasa serligu 6×50 mix stafettina, og venjarin Kristian Martin Joensen harvið dunnuna 🙂

Our last meet of the year 2012

Startlisti til SMS jólastevnuna 22. desember 2012

Viðfestur er startlistin til SMS jólastevnuna 2012, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali í dag, leygardagin 22. desember. Sum lýst í innbjóðingini ein stutt kapping uppá 2-3 tímar, har ein av høvuðsattraktiónunum er ein 6×50 frí mix liðsvimjing, har hvørt lið skal umfata 2 gentur, 2 dreingir, 1 venjara og 1 nevndarlim. Fýra feløg hava boðað frá luttøku í hesi serligu kapping: FLOT, Reysti, Havnar Svimjifelag og Ægir.

DSC06391

Úrslit frá HS stevnuni 14. – 15. apríl 2012

Viðfestir eru úrslitalistar og fílur frá SMS-stevnuni farna vikuskifti, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Samlaða heiðursmerkjabýtið varð ein rættiliga greiður sigur til Suðuroyar Svimjifelag – 28 gull, 12 silvur og 7 bronsu – meðan HS var nummar 2 og Ægir nummar 3. Mest vinnandi svimjari var Pál Joensen við 10 gull og 1 bronsu, meðan Poula Ø. Mohr vann mest hjá kvinnum, 6 gull og 1 silvur. Hartil setti Pál 4 føroysk met, Pauli Ø. Mohr 1 føroyskt met og SuSvim gentur 1 føroyskt juniormet.
Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 14. – 15. apríl 2012

SuSvim-gentur 1:50.76 og juniormet í 4×50 frí

Tær fýra Guðrun Mortensen, Kristina Elin Thomsen, Sólrun Kjærbo og Lív E. Eidesgaard úr Suðuroyar Svimjifelag megnaðu á SMS-stevnuni í Gundadali sunnudagin at seta nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:50.76 har juniormetið hjá SuSvim frá SuSvim-stevnu í november 2011 var 1:51.33.

Pauli 28.87 og føroyskt met í 50 bringu, 2/100 frá EM-kravtíð

Pauli Øssursson MohrTað er mær fortalt nú at Pauli Ø. Mohr eisini setti føroyskt met á HS-stevnuni í gjár, við frálíku tíðini 28.87, einans 2 hundraðpartar frá kravtíðini til EM í Debrecen. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.08 frá HS-stevnu í apríl í fjør, so nú eigur hann hartil heiðurin at vera fyrsti føroyingur undir 29 sekund í 50 metra bringusvimjing.

Orsaka seinkingina … dótturin varð fermd í gjár, so vit hava verið rættiliga upptikin 🙂

Pál Joensen 4:18.97 og føroyskt met í 400 blandað

Aftur nú seinnapartin megnaði Pál Joensen at seta stórt nýtt føroyskt met, tá ið hann á SMS-stevnuni í Gundadali svam 400 blandað uppá 4:18.97, har metið hjá honum var 4:26.18 frá Oyggjaleikum í 2009. Altso ein betring uppá yvir 7 sekund, í mun til hansara silvurvinnaratíð frá superdrakt-tíðini á Álandi, og væl undir ikki-FINA-góðkenda metið hjá honum á 4:23.10 frá Oyggaleikum á Isle of Wight í 2011.

Pál 2:15.56 og føroyskt met í 200 bringu

Tað frættist úr Havn í morgun, at Pál Joensen hevur sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:15.56, har metið hjá honum frá Oyggjaleikum í 2009 var 2:16.06. Hetta var á SMS-stevnuni í Gundadali, har hann til nú hevur sett 3 føroysk met, íroknað tvey sum strika met frá ‘superdrakt-tíðini’ av.