Aschwin Wildeboer sett heimsmet í 100 rygg

Sonur danska landsliðsvenjaran hevur á Mediterranean Games í dag sett heimsmet í 100 rygg við tíðini 52.38, har metið hjá Aaron Pierson frá OL í Beijing var 52.54. Av øðrum spennandi tíðum kann nevnast, at Oussama Mellouli svam 1500 frí uppá 14:38.01, sum ger at hann harvið verður skýrdur favorittur til at vinna gull á HM í Rom í hesi grein. Les SwimNews.com

Sjónvarpsskrá fyri HM í Melbourne

Sum tit kunnu síggja undir Les meira her, so havi eg roynt at sjussa saman eina skrá fyri nær Eurosport sendir frá HM. Eitt sindur biksut, við tað at skráin á eurosport.com ikki vísir so langt út í framtíðina enn, og eg tí mátti brúka ta donsku í staðin… sum undarliga nokk ikki altíð vísti somu tíðir (altso út yvir at hon brúkar DK-tíð heldur enn GMT).

Men skráin fyri sjálva HM-stevnuna er jú langt síðani fastløgt, og tí kunnu vit væl ganga út í frá at Eurosport sendir umleið somu tíð, um teir senda ‘live’. So her niðanfyri síggja tit fyrst nær innleiðandi og finalur eru føroyska tíð sambært skránni, og síðani nær Eurosport (sambært eurosport.dk) ætlar sær at senda ‘live’ og endursendingar.

Sun 25/3 Mán 26/3 Týs 27/3 Mik 28/3 Hós 29/3 Frí 30/3 Ley 31/3 Sun 1/4
Melbourne:
.
Innleiðandi
00:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-02:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-04:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Melbourne:
.

Innleiðandi
01:00-03:00
.
Finalur
10:00-12:00
.
Eurosport:
.
LIVE
00:00-04:30
.
.
Eyka
17:00-18:30
.
.
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:15-01:00
17:30-18:00
.
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:30-01:00
07:30-08:15
15:45-16:30
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:00-01:00
07:30-08:15
16:45-18:00
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:30-01:00
07:30-08:15
16:45-18:00
23:30-01:00
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
07:30-08:15
17:00-18:00
23:30-01:00
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-04:00
10:00-12:00
.
Eyka
07:30-08:15
.
.
.
.
Eurosport:
.
LIVE
01:00-03:00
10:00-12:00
.
Eyka
00:00-01:00
.
Mán 2/4 …
13:00-14:30
.

Spyr meg ikki hvussu Eurosport kann senda ‘live’ til kl 3 um morgunin, tá ið tey halda uppat at svimja kl 2. Møguliga feilur í skránni, sum eg so rætti tá ið tey rætta.  Men annars spennandi at Eurosport sendir so nógv ‘live’ frá eisini innleiðandi, tí so sleppa vit kanska at síggja onkran føroying hesar dagarnar 🙂

Um tit vilja vita hvørjar greinar sum verður svomnar teir ymisku dagarnar, so farið á annaðhvørt melbourne2007.com.au, ella takið niður viðfestu offisiellu kappingarskrá.

Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Avstralsku Dawn Fraser og Shane Gould vóru tiltiknar svimjistjørnur í sínari tíð. Fraser er ein av tveimum svimjarum sum hevur vunnið gull í somu grein á trimum OL á rað (1956, 1960 og 1964), meðan Gould er einasti svimjari sum hevur átt í heimsmet í øllum olympiskum frígreinum í senn , frá 100 til 1500 metrar, áðrenn hon gavst sum 16 ára gomul í 1972.

Eg var so heppin at møta Gould í 2005, sum liður av einum venjaraskeiði í Holstebro við Bill Boomer og Milt Nelms. Hon svam tá enn 100 firvald á langbana við eini tíð á 1:08, 50 ára gomul.

Eg eri tann fullisjúki móði í FLOT-troyggju her niðanfyri, meðan hini eru Lars Kirkegaard (dani, fyrrverandi venjari hjá Louse Ørnstedt), Bill Boomer (amerikansk teknikk-guru), Shane Gould og Milt Nelms (tiltikin amerikanskur venjari… var t.d. síðsta vón hjá Ian Thorpe, áðrenn Thorpe valdi at gevast heilt).

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá Melbourne 2007