TV2 Nord innslag um norðurjútsku luttøkuna á EM í Herning

Donsku miðlarnir eru av álvara blivnir spenntir upp undir EM í Herning, sum byrjar um eina viku. Her er eitt innslag hjá TV2 Nord, um luttøkuna hjá Aalborg Svømmeklub á evropameistarastevnuni. Tey tosa við Mie Ø. Nielsen, Viktor B. Bromer og íslendska venjara teirra Eyleifur ‘Leifi’ Jóhannesson.

Pál ætlar at svimja sínar skjótastu tíðir nakrantíð á EM í Herning 2013

Her er eitt innslag úr ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya hin 18. november 2013, har tey tosa við Pál Joensen og avstralska venjara hansara Shannon Rollason, um útlitini nú upp undir EM á stuttgeil í Herning hin 12. til. 15. desember 2013. Verturin tosar eisini um úrslitini hjá Páli og Alva og Magnusi á DM á stuttgeil 14. – 17. november 2013, og um tað at Magnus fer at umboða Danmark á EM í Herning.

Magnus og Frans úttiknir til at umboða Danmark á EM 2013 í Herning

Danska svimjisambandið kunngjørdi nú meistarastevnan á stuttgeil endaði í kvøld, teir tilsamans 29 svimjararnar sum skulu umboða Danmark nú í desember, tá ið EM á stuttgeil verður á heimavølli í Herning. Tað eru øll tey 28 sum kláraðu kravtíð, umframt Mathias Andersen sum setti danskt met í 50 bringu men akkurát var for stuttur til at náa kravtíðina eisini. Hann er úttikin til at styrkja stafettirnar.

danish-herning-2013-squad

(Danska EM-landsliðið til Herning 2013. Á myndini vænta Mads Glæsner sum er farin til USA aftur at venja, umframt vist nokk Lotte Friis sum legðist sjúk í dag)

Svimjifeløg flokkast til EM 2013 í Herning

Fyriskipararnir av EM 2013 skriva á Facebook í dag at 258 svimjarar til nú hava tikið av teirra ‘svømmecamp’, sum er soviposa-innivist í eini høll nær Boxen, matur frá fríggjadegi til sunnudag umframt áskoðarabillettir til stevnupartarnar í hesum tíðarskeiði. Kostnaður er 2075 krónur fyri hvønn, sí nærri upplýsingar her á svoem.dk.

Jyske Bank Boxen, venue of the 2013 European SC Swimming Championships

SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Starvsnevnd SSF samtykti á fundi hóskvøldið at vilja royna at senda eitt rímiliga stórt lið til evropameistarastevnuna á stuttgeil 2013, sum verður í Herning í Danmark í desember mánaða. Vit hugsa umleið 8 av okkara bestu svimjarum, íroknað okkara bestu juniorar, men tað kemur sjálvsagt ann uppá hvussu støðið er í heyst.

Herning 2013 poster in tiny Leirvík, Faroe Islands
Continue reading SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Danir fegnast um linari krøv til EM í Herning

Dansk Svømmeunion kunngjørdi í dag sínar kravtíðir til EM á stuttgeil í Herning í desember, sum fyri tað fyrsta eru fastsett eftir eini rættiliga nógv einfaldari skipan enn vanligt, og fyri tað næsta eru lættari at klára. Danskir venjarar fegnast á simma.nu/dk og á Facebook-síðuni hjá Dansk Svømmetræner Sammenslutning, tí at tey við hesum vænta at ein fjøld fer at arbeiða hart fram ímóti EM … og tí at 50 firvald, rygg, frí og 100 blandað nú eru komnar inn í hitan aftur.

Jyske Bank Boxen, venue of the 2013 European SC Swimming Championships
Continue reading Danir fegnast um linari krøv til EM í Herning

EM á stuttgeil 2013 verður í Herning (!)

Stórtíðindi frá mínum granna frá tá ið vit gingu á venjaraskúlanum í Aalborg – Evropeiska svimjisambandið LEN hevur nú offisielt givið dønum EM á stuttgeil 2013, at vera í Jyske Bank Boxen í Herning, har Jesper er klubchef. Hetta er avbera stórt fyri danir og norðurlond sum heild, sí pressuskriv frá danska svimjisambandinum – tíverri kemur tað tó at fella saman við at NJM verður í Føroyum, um ikki vit fáa flutt NJM eitt vet.

Jyske Bank Boxen, venue of the 2013 European SC Swimming Championships