Yuliya Efimova testað positiv fyri doping

Svimjiheimurin eksploderar í løtuni við søguni um at russiski bringusvimjarin Yuliya Efimova í ófráboðaðari dopingtest í oktober varð testað positiv fyri dehydroepiandrosterone. B-royndin er sambært sovsport.ru ikki kannað enn, men dómurin fyri hetta kann lættliga verða 2 ára karantenu, umframt at hon í so fall missur heiðursmerkini frá EM í Herning, har hon vann gull í 50 og 200 metra bringusvimjing, umframt silvur í 100 bringu, og Rikke Møller Pedersen verður so nýggjur evropameistari í 200 metra bringusvimjing. Efimova er russisk men venur í USA, hjá Dave Salo har eisini Mads Glæsner svimur.

Video frá tá ið Pál vann silvur á EM á stuttgeil 2013 í Herning

Norska svimjisambandið hevur filmað og lagt út video frá EM-finalunum á stuttgeil 2013, sum tey nýta til at greina hvussu teirra egnu og tey bestu svimja. Niðanfyri er videoin frá 1500 metra finaluni, har Mads Glæsner er í reyðum buksum á geilini nærmast okkum, og Pál (eina góða løtu :-P) í hvítari hettu á fjórnærmastu geil. Hesar videoir eru herligar, eisini tí at man betur hoyrir lívið í høllini, í mun til tá ið viðmerkjararnir tosa útyvir á til dømis TV2.

Pál 14.35.99 og silvur á EM á stuttgeil í Herning

Tit vita tað longu, men latum okkum bara staðfesta tað aftur. Pál Joensen vann í gjárkvøldið silvurheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing, við tíðini 14.35.99 aftanfyri Ungarska Gergely Gyurta 14:30.26 og frammanfyri Italska Gabriele Detti 14:36.43. Eg tók feil; 400 meturin og 1500 meturin vóru verri enn so líka, og í staðin sóu vit ein nýggjan Pál Joensen svimja við ørvísi og heilt øgiliga undirhaldandi taktikki, har hann legði varliga út og so legði press á mótstøðuna í ‘miðróðrinum’. Fantastiskt.

_MG_5502

Mynd: Pia Ellegaard. Gev gætur at hon ikki kann endurnýtast uttan loyvi frá henni

Pál eftirmetir sítt silvur í 1500 frí á EM 2013

Pál Joensen prátar her við Kaj Joensen (journalistin, ikki pápan), beint aftaná finaluna í 1500 metra frísvimjing, á evropameistarastevnuni á stuttgeil 2013 í Herning, har hann sum kunnugt vann silvur. Eitt samstarv millum portal.fo og svimjing.com.

Triðju innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013

DSC04481So eru morgunriðlarnir avgreiddir hjá føroyingunum her á evropameistarastevnuni á stuttgeil, í Herning í Danmark. Astrið Foldarskarð og Eyðbjørn Joensen settu persónlig met, meðan Birita Debes og Óli Mortensen vóru eitt sindur frá sínum.
Continue reading Triðju innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013

Mie Ø. Nielsen 55.99 og nýtt evropamet í 100 rygg

Danska Mie Ø. Nielsen megnaði í dag at tryggja Danmark sítt fyrsta gullheiðursmerki í einstaklingakapping á evropameistarastevnuni á stuttgeil í Herning, tá ið hon vann kappingina í 100 metra ryggsvimjing við nýggjum evropameti 55.99. Ksenia Moskvina átti tað nú fyrrverandi evropametið, á 56.36 frá EM á stuttgeil í Istanbul í 2009. Sí úrslitalistan her.

DSC03128

Yuliya Efimova 2:14.39 og nýtt heimsmet í 200 bringu

Russiska Yuliya Efimova setti í kvøld nýtt heimsmet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á evropameistarastevnuni í Herning vann á heimabana-favorittinum Rikke Møller Pedersen 2:14.39 ímóti 2:15.21, har heimsmetið hjá Rebecca Soni frá 2009 var 2:14.57. Hon tók tá eisini evropametið frá Rikke Møller Pedersen sum var 2:15.93, meðan tíðin hjá Rikke rakk til nýtt norðurlendskt met. Sí úrslitalistan her.

DSC03028

Næstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013

Birita Debes megnaði at betra eitt vet um sítt persónliga met í 50 firvald, við at svimja 28.52 har hennara besta tíð til nú var 28.62 frá World Cup stevnu í Berlin í 2012. Astrið Foldarskarð svam eitt lítið sindur seinni enn sína bestu tíð, 28.38 í mun til sína bestu tíð 27.98 frá FM/JM í 2012. Tær blivu ávíkavist nummar 42 og 40 av 45 luttakandi. Og Eyðbjørn Joensen svam 53.35 har hansara besta tíð er 52.20 frá úttøkustevnuni í november mánaða.

DSC02808

Føroyski startlistin til dag 2 á EM í Herning 2013

Í morgun skulu rituvíksgenturnar Birita Debes og Astrið Foldarskarð royna seg í 50 metra firvaldasvimjing, og Eyðbjørn Joensen í 100 metra frísvimjing. Live Timing er her, og Kringvarpið sendir beinleiðis í sjónvarpinum.

GOPR0039

50 firvald kvinnur
Birita Debes í riðli 1 geil 3, Astrið Foldarskarð í riðli 2 geil 7
Kristina Elin Thomsen eigur føroyska metið og juniormetið 27.67 frá FM/JM 2012
Besta tíð hjá Astrið er 27.98 frá FM/JM 2012
Besta tíð hjá Biritu er 28.62 frá World Cup Berlin 2012

100 frí menn
Eyðbjørn Joensen í riðli 2 geil 0
Pál Joensen eigur føroyska metið 50.04 frá Oyggjaleikum 2009
Magnus Jákupsson eigur juniormetið 50.67 frá NJM 2011
Besta tíð hjá Eyðbirni er 52.20 frá úttøkustevnuni í november