Føroysk úrslit fimta dag á EJM 2018

Her lista vit upp úrslit hjá føroysku svimjarunum í Helsinki, hendan fimta dagin á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2018:

  • K38, menn 50 frí – Rókur Trygvason 24.51 (tilm.tíð 24.52)
  • K39, kvinnur 50 firvald – Vár E. Eidesgaard 28.89 (tilm.tíð 28.44)

Rókur Trygvason setti persónligt met í 50 frí, í mun til hansara 24.52 frá FM á langgeil í juni mánaða.

Upptakt til fimta dag á EJM 2018

Startlistin til fimta og síðsta dag sæst her, har vit síggja at Rókur og Vár skulu royna seg hvør sína eina ferð afturat, áðrenn hetta EJM er liðugt hvat føroyingum viðvíkur.

  • K38, menn 50 frí – Rókur Trygvason 24.52
  • K39, kvinnur 50 firvald – Vár E. Eidesgaard 28.44

Live Timing verður at síggja her og beinleiðis stroyming her

Startlistar og úrslit osfr síggjast her

Føroysk úrslit fjórða dag á EJM 2018

Her lista vit upp úrslit hjá føroysku svimjarunum í Helsinki, hendan fjórða dagin á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2018:

  • K28, kvinnur 50 frí – Alisa Vestergård 28.42 (tilm.tíð 28.52)
  • K28, kvinnur 50 frí – Vár E. Eidesgaard 27.04 (tilm.tíð 26.52)
  • K31, menn 200 frí – Johan N. Dam 2:00.70 (tilm.tíð 2:02.41)
  • K32, kvinnur 200 blandað – Rebekka Trygvadóttir 2:32.43 (tilm.tíð 2:32.49)
  • K34, kvinnur 100 bringa – Rebekka Trygvadóttir 1:18.29 (tilm.tíð 1:17.26)
  • K35, menn 100 bringa – Rani Jacobsen 1:10.78 (tilm.tíð 1:10.42)
  • K35, menn 100 bringa – Rókur Trygvason 1:06.41 (tilm.tíð 1:06.14)
  • K36, mix 4×100 blandað – Føroyar 4:26.65

Alisa Vestergård setti persónligt met í 50 frí, í mun til hennara 28.42 frá SuSvim-stevnu í januar mánaða, Johan N. Dam setti persónligt met í 200 frí, í mun til hansara 2:02.41 frá SuSvim-stevnu í apríl mánaða, og Rebekka Trygvadóttir setti persónligt met í 200 blandað, í mun til hennara 2:32.49 frá FM á langgeil í juni mánaða.

Upptakt til fjórða dag á EJM 2018

Startlistin til dag 4 sæst her, har vit síggja at føroyingarnir skulu royna seg tilsamans 7 ferðir umframt sum lið, hendan fjórða morgunin.

  • K28, kvinnur 50 frí – Alisa Vestergård 28.52 og Vár E. Eidesgaard 26.52
  • K31, menn 200 frí – Johan N. Dam 2:02.41
  • K32, kvinnur 200 blandað – Rebekka Trygvadóttir 2:32.49
  • K34, kvinnur 100 bringa – Rebekka Trygvadóttir 1:17.26
  • K35, menn 100 bringa – Rani Jacobsen 1:10.42 og Rókur Trygvason 1:06.14
  • K36, mix 4×100 blandað – Føroyar

Live Timing verður at síggja her og beinleiðis stroyming her

Kappast verður fram til og við sunnudagin. Startlistar og úrslit osfr síggjast her

Føroysk úrslit triðja dag á EJM 2018

Her lista vit upp úrslit hjá føroysku svimjarunum í Helsinki, hendan triðja dagin á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2018:

  • K21, menn 50 bringa – Rani Jacobsen 31.89 (tilm.tíð 31.18)
  • K21, menn 50 bringa – Rókur Trygvason 31.50 (tilm.tíð 30.95)
  • K22, kvinnur 200 frí – Alisa Vestergård 2:15.40 (tilm.tíð 2:10.39)
  • K22, kvinnur 200 frí – Vár E. Eidesgaard 2:07.37 (tilm.tíð 2:07.26)

Upptakt til triðja dag á EJM 2018

Startlistin til dag 3 sæst her, har vit síggja at føroyingarnir skulu royna seg tilsamans 4 ferðir, hendan triðja morgunin.

  • K21, menn 50 bringa – Rani Jacobsen 31.18 og Rókur Trygvason 30.95
  • K22, kvinnur 200 frí – Alisa Vestergård 2:10.39 og Vár E. Eidesgaard 2:07.26

Live Timing verður at síggja her og beinleiðis stroyming her

Kappast verður fram til og við sunnudagin. Startlistar og úrslit osfr síggjast her

Upptakt til annan dag á EJM 2018

Startlistin til dag 2 sæst her, har vit síggja at føroyingarnir skulu royna seg tilsamans 7 ferðir, hendan næsta morgunin.

  • K13, menn 100 frí – Rókur Trygvason 54.63
  • K14, kvinnur 400 frí – Alisa Vestergård 4:41.06 og Vár E. Eidesgaard 4:29.01
  • K16, kvinnur 200 bringu – Rebekka Trygvadóttir 2:44.40
  • K18, mix 4×100 frí – Føroyar
  • K19, menn 1500 frí – Johan N. Dam 16:50.05

Live Timing verður at síggja her og beinleiðis stroyming her

Kappast verður fram til og við sunnudagin. Startlistar og úrslit osfr síggjast her

Føroysk úrslit fyrsta dag á EJM 2018

Her lista vit upp úrslit hjá føroysku svimjarunum í Helsinki, hendan fyrsta dagin á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2018:

  • K1, kvinnur 50 bringu – Rebekka Trygvadóttir 35.75 (tilm.tíð 35.29)
  • K3, kvinnur 100 frí – Alisa Vestergård 1:02.12 (tilm.tíð 1:00.65)
  • K3, kvinnur 100 frí – Vár E. Eidesgaard 59.41 (tilm.tíð 58.12)
  • K4, menn 400 frí – Johan N. Dam 4:14.71 (tilm.tíð 4:14.05)
  • K7, kvinnur 400 blandað – Rebekka Trygvadóttir 5:28.51 (tilm.tíð 5:18.94)
  • K8, menn 200 bringu – Rani Jacobsen 2:34.49 (tilm. tíð 2:36.00)
  • K8, menn 200 bringu – Rókur Trygvason 2:25.45 (tilm. tíð 2:24.49)

Besta avrik í FINA stigum var Rókur Trygvason 660 stig í 200 bringu, og hjá kvinnum Vár E. Eidesgaard 659 stig í 100 frí.

Rani Jacobsen setti persónligt met í 200 bringu, í mun til hansara 2:36.00 frá FM á langgeil 2018, fyrst í juni mánaða.

Hóparnir til EJM, NMU og EM 2018

Nú nærkast til ársins altjóða summarstevnur, har tilsamans 16 føroyskir svimjarar fara at royna seg á stevnum í Finnlandi, Lettlandi og Skotlandi. Flogferðir eru bílagdar osfr – her niðanfyri er upplisting av hópunum. Continue reading Hóparnir til EJM, NMU og EM 2018