Verður 2010 fyrsta ár uttan nakað heimsmet í sviming?

Craig Lord setur spurningin her á SwimNews.com, nú asiatiska meistarastevnan er av, og tað tí byrjar at líða við langgeilameistarastevnum í 2010. Heimsmet hava verið sett á hvørjum ári, líka síðani FINA varð stovnað í 1908, har tað tey fyrstu árini var eitt sindur óskipað vegna skiftandi hyljalongdir, men har tað í øllum førum síðani 1956 hava verið sett heimsmet á hvørjum ári á langgeil, tvs. í 50 metra hyli. Í fjør varð ein øgiliga rúgva sett, vegna sokallaðu superdraktirnar, og í ár sær tað so út til at vit føla sviðan av hesum, nú draktirnar eru burtur. Eftir er sjálvsagt í øllum førum HM í Dubai, til at royna at tryggja okkum okkurt heimsmet í 2010.

Einki heimsmet sett fyrstu 6 mánaðir í ár

Svenski Christer Magnusson hevur gjørt eitt yvirlit her á scmsom.se, har hann listar upp øll heimsmet, heimspartamet og tjóðarmet. Listin fyri 2010 er stuttur, við tað at einki heimsmet er sett enn, bara 4 heimspartamet og so hóast øll nøkur tjóðarmet. Í 2009 vóru tað tilsamans sambært Magnusson sett 66 heimsmet á langgeil og 73 á stuttgeil, so vit eru eitt sindur afturúr.

Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

Kanadiska Annamay Pierse setti í gjár nýtt heimsmet í 200 bringu, við at svimja 2:17.50 á kanadisku stutthyljameistarastevnuni, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá Melbourne í 2003 var 2:17.75.

Her er eitt brot við Pierse frá OL í Beijing, har hon gjørdist nr 6 …


Continue reading Nýtt heimsmet í 200 bringu hjá kvinnum

108 heimsmet í 2008

Fullfíggjaði listin sæst her á SwimNews.com, yvir tey heimsmet sum eru sett til nú í ár. Eitt skemtiligt ‘opið bræv til allar svimjarar frá einum stressaðum svimjijournalisti’ kann lesast her á Swimming World Magazine, um at okkara vinur í blaðnum har, Jason Marsteller, ynskir at fáa frí í bara eitt vikuskifti ella tvey, til at kunna halda frí saman við konuni. Men sum vit síggja á heimasíðuni hjá svenska Christer M, so er 2008 faktiskt (fyribils) bara triðbesta árið tá ið tað kemur til heimsmet, við tað at 62 vóru sett í 1976, og 58 í 1967.

DSC_0434

(Filippo Magnini og Alessandro Terrin, eftir at hava sett heimsmet saman við Mirco Di Tora og Marco Belotti í 4×50 blandað, á EM í Rijeka. Tíðin var 1:32.91, og Terrin hevði splitt-tíð 25.71 í 50 bringu)
Continue reading 108 heimsmet í 2008

Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu

Japanski Kosuke Kitajima setti í dag nýtt langbana heimsmet í 200 bringu hjá monnum, við at svimja 2:07.51 har tvey ára gamla heimsmetið hjá amerikanska Brendan Hansen var 2:08.50. Kitajima svam í eini Speedo LZR Racer, og skapti forrestin eitt sindur av øsing longu fyrradagin, tá ið hann vísti seg í eini T-shirt við áskriftini “Eg eri svimjarin”, í mótmæli móti at japanska svimjisambandið hevur avgjørt at avmarka sínar svimjarar til einans at kunna brúka svimjidraktir av slagnum Asics, Descente ella Mizuno. Continue reading Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu

3 heimsmet afturat á HM í Manchester

Amerikanski Ryan Lochte hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 100 blandað við tíðini 51.25, í semifinaluni á heimsmeistarastevnuni í kvøld. Simbabviska Kirsty Coventry betraði heimsmetið í 200 blandað við umleið 1½ sekundi, til 2:06.13, og kvinnurnar úr Niðurlondum betraðu um sítt heimsmet í 4×100 frí við nærum 4 sekundum, til 3:29.42. Tilsamans 12 heimsmet eru nú sett á heimsmeistarastevnuni í Manchester, og ein dagur er eftir í morgin. Lesið annars her, her og her á SwimInfo. Continue reading 3 heimsmet afturat á HM í Manchester

Nýtt heimsmet í 50 firvald hjá kvinnum

Hesu ferð var tað við so lítlum muni sum tað yvirhøvur ber til, tá ið avstralska Felicity Galvez á heimsmeistarastevnuni í Manchester setti nýtt stuttbana heimsmet við tíðina 25.32, har metið hjá svensku Anna-Karin Kammerling frá 2005 var 25.33. Lesið á SwimNews og SwimInfo. Continue reading Nýtt heimsmet í 50 firvald hjá kvinnum

3 heimsmet á fyrsta degi av HM

Kirsty Coventry setti nýtt heimsmet í 400 blandað við tíðini 4:26.52, í kapping har tríggjar fóru undir gamla heimsmetið á 4:27.83. Mennirnir úr USA bukaði Svøríki og hinar í 4×100 frí, og settu heimsmet við tíðini 3:08.44. Og kvinnurnar úr Niðurlondum settu sum ‘Arena’ longu hevur nevnt heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:38.90, í kapping har 4 lið fóru undir gamla heimsmetið á 7:46.30.

Her er finalan í 400 blandað


Continue reading 3 heimsmet á fyrsta degi av HM