Táttar í 1000 luttakarar á HMS 2018 í Hangzhou

FINA hevur lagt út hendan luttakaralistan til HM á stuttgeil 2018, har vit kunnu lesa at tey eru eini 957 tilsamans úr 177 londum, harav 416 kvinnur og 541 menn,  og íroknað 2 føroyingar, sum fara at kappast nú í næstu viku í Hangzhou, Kina.

Continue reading Táttar í 1000 luttakarar á HMS 2018 í Hangzhou

Hundrað dagar til Hangzhou

Nú eru minni enn 100 dagar til HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2018 fer av bakkastokki, í kineiska býnum Hangzhou nær Shanghai. Hetta feiraðu fyriskipararnir og FINA við einum hátíðarhaldi í gjár, við avdúking av maskotti og tí sum hartil  hoyrir. Einir 1000 íðkarar úr 170 londum fara at kappast hesar dagarnar í Kina, frá 11. til 16. desember 2018. Lesið her á FINA

 

Kravtíðir til HMS 2018 í Hangzhou, Kina

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til HM á stuttgeil 2018, sum verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018. Sjálvar kravtíðirnar eru fyri so vítt tær somu sum tær ið FINA hevur ásett, tó av praktiskum orsøkum við einum kravtíðarskeiði sum er eitt sindur stytri enn tað hjá FINA.

Hangzhou. Image courtesy of Pixabay, CC0 1.0

Gevið gætur at tær skulu klárast á serliga FINA góðkendum stevnum. Tekniska nevnd FINA hevur júst svarað okkum, at tey góðkenna okkara tvær stuttgeilameistarastevnur í 2018 sum kravtíðarstevnur til Hangzhou 2018 – Tað vil siga AldursbólkaMeistaraStevnan 2018 í Klaksvík hin 10. til 12. mai 2018, og FM á stuttgeil 2018 í Tórshavn hin 26. til 28. oktober 2018.

Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á heimasíðu SSF