Pál nr 4 av 5000 í London

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen luttók í vikuskiftinum í árliga Great Swim tiltakinum í London, sum innboðin altjóða svimjistjørna. Hóast at hetta var fyrstu ferð at Pál royndi seg veruligari “open water” svimjing, so varð úrslitið avbera gott, eitt fjórðapláss í kapping við heimsmeistarar og olympiskar heiðursmerkjavinnarar.

CIMG3924
Continue reading Pál nr 4 av 5000 í London

Pál 16:47.45 og nr 4 í London

Bretar eru eitt sindur seinir við at koma út við offisiellu úrslitunum, men vit frætta nú frá Páli sjálvum, at hann varð nummar 4 á Great London Swim í dag, við tíðini 16:42.57. Pál sigur í SMS til Jón í Drammen: “Heilt forbankað ringt at svimja í bolki, Jé svam skeivt, men 1-2 og 3 hava yvir 30 árs erfaring ímillum sín”

Pál á greatswim.org
Continue reading Pál 16:47.45 og nr 4 í London

Jodie Kidd millum Great Swim luttakararnar leygardagin

Bretska supermodellin Jodie Kidd er millum tey 5000 sum skulu svimja nú leygardagin tann 3. juli, í Great London Swim tiltakinum við Royal Victoria Docks í London. Pál og teir svimja sambært greatswim.org kl 12:30, bretska og føroyska tíð. Her er ein lítil ‘viral’ video higani av digitalnewsagency.com

Bretar brúka Pál í reklamu fyri Great Swim í London

Nú leygardagin 3. juli fara eini 5000 at svimja 1 enskan míl í ánni við Royal Victoria Dock í London, í árligu “Great Swim” kappingina har. Bretar skriva um “Ones to watch” her á greatswim.org, at úrvalshópurin í ár er “Best ever elite men’s field”, og lista so upp 12 nøvn harav Pál er tann eini.

pal-a-great-swim
Continue reading Bretar brúka Pál í reklamu fyri Great Swim í London