Fer Phelps at taka 8 gull ?

Eingin svimjari hevur nakrantíð vunnið 8 gullheiðursmerki á heimsmeistarastevnu, men Michael Phelps úr USA er eitt gott boð at gera tað hesu ferð. Hann skal luttaka í 5 einstaklingakappingum, harav hann eigur heimsmetið í 200 og 400 blandað, í 200 firvald, er næstskjótasti nakrantíð í 100 firvald, og forsvarandi heimsmeistari í 200 frí. Og ferðin burdi verið har, við tað at hann setti heimsmetið í 200 firvald so seint sum 17. februar í ár.

5 einstaklingakappingar eru sjálvsagt ikki nóg mikið til at vinna 8 gull. Men serfrøðingarnir vænta at hann skal luttaka í teimum trimum stafettunum eisini (4 x 100 frí, 4 x 100 blandað og 4 x 200 frí), um ikki onkur annar verður valdur í staðin fyri hann.

Amerikanar eru absolutt kvalifiseraðir til at taka gullheiðursmerki (og heimsmet) í serliga blandað stafettini, við tað at aktivir svimjarar hjá teimum eiga heimsmetini í bringu, rygg og firvald, umframt teir óivað eiga góðar crawlsvimjarar eisini.

Men trupulleikin hjá Phelps er akkurát hesin, at ‘hin’ firvaldasvimjarin, Ian Crocker, heimsmethaldari í 100 firvald, eisini er amerikani. Phelps jagstraði eisini heimsmet í heiðursmerkjum í Olympisku leikunum í Athen, men ‘gav’ tá firvaldaplássið til Ian Crocker, av tí at Phelps vísti seg ikki at vera heilt í stoytinum, meðan Crocker var flúgvandi. Og teir settu heimsmet og alt hatta har.

Viðvíkjandi kapping í einstaklinakappingunum, so er Phelps fullstendiga einaráðandi í 200 firvald, meðan hann kann fáa kapping frá t.d. Laszlo Cseh úr Ungarn í blandað, og frá t.d. Pieter van der Hoogenband og Grant Hackett í 200 frí. Ein lætti má tað tó vera, at heimsmethaldarin í 200 frí, Ian Thorpe, er givin, og Phelps tí er tann av hesum sum hevur svomið teinin skjótast.

Av øðrum ‘metum í heiðursmerkjum’ kann nevnast, at Grant Hackett hevur møguleika at seta met í flest heimsmeistaraheiti í somu grein á rað, við at hann til nú hevur vunnið 1500 frí gullheiðursmerki rað. Hann og Hoogenband fara eisini eftir hvørjum sínum meti á OL næsta ár, tá ið báðir kunnu gerast fyrsti maður sum vinnur OL-gull í somu grein 3 ferðir á rað, Hackett í 1500 frí og Hoogenband í 100 frí.

Upprunalig tíðindi á Eurosport

Myndin er fingin av Flickr-kontoini hjá ‘Danzden’

Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí

Larsen Jensen,Yuri Prilukov,Grant HackettVerandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.

Atvoldin til at hann sigur so, er at amerikanski 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eitt sindur nasadjarvt hevur sagt, at Grant Hackett bara kemur við umskyldningum, um at hann (Hackett) ikki er í so góðum formi sum vanligt. Hackett skifti venjara fyri einum mánaða síðani, og hevur sambært sær sjálvum undirmett hvussu tað fór at ávirka formin.

So Hackett metir altso ikki at hann kann taka metið sjálvur, og spurningurin er tí hvussu góðir hinir eru. Viðvíkjandi Larsen Jensen er hann (Hackett) tó nokk so bersøgdur: "I hope he competes as well as he talks".

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá heimsmeistarastevnuni

Myndin er fingin av Flickr kontoini hjá ‘vanou’, og vísir frá vinstru Larsen Jensen (USA), Yuri Prilukov (RUS) og Grant Hackett (AUS), eftir 1500 frí finaluna á síðstu heimsmeistarastevnu í Montreal (Kanada) í 2005. Hackett vann gull, Jensen silvur, David Davies (GBR) bronsa, og Prilukov varð nr. 4 (almennur úrslitalisti sum pdf-fíla).

Hackett lendi á búkinum

Avstralska svimjistjørnan Grant Hackett var heldur óheldigur, tá hann síðsta vikuskifti kappaðist í Melbourne. Hann gleið á skamlinum, og lendi tí pladask á búkinum. Men tað var ikki verri enn at hann vann teir 400 crawl, við eini 200 metra splitt-tíð á 1:51.60 og eini samlaðari (langbana-) tíð á 3:54.17.

Talan var lukkutíð bara um eina vanliga kapping, har hann skuldi testa seg áðrenn HM í sama býi um nakrar vikur. Hackett kundi sjálvur flenna at hendingini, og segði at tað var tí at hann brúkar track start og lítir so nógv á aftara fótin. Ein troyst var eisini at ein annar frá sama felag gjørdi sama stunt, við sama starti.

Continue reading Hackett lendi á búkinum