Hackett svam víðari, tá ið hann setti heimsmet í 1500 frí

Hackett viðgongur her í videoini um mest pínligu løtur hjá avstralskum toppsvimjarum, at hann misti talið hina ferð í 2001, tá ið hann við tíðini 14:10.10 setti heimsmet í 1500 frí á stuttgeil, og tí valdi at gera saltovending og koyra á víðari, heldur enn at satsa og gera innslag. Tað var so hansara pínligasta løta í professionellari svimjing, sum eg haldi er til at liva við 🙂

Hackett ynskir betri doping-kontrol

“We are being extremely naive to think we are catching the drug cheats in sport and that the net is closing when blood samples aren’t taken at a major meet like the Olympics.”. Hetta sigur Hackett, í sambandi við at hann eftir øllum at døma sjálvur varð dopingkannaður í sambandi við sítt silvurheiðursmerki í Beijing, meðan gullmerkjavinnarin Oussama Mellouli ikki var kannaður, hóast at hann júst var afturkomin frá ein 18 mánaðar dopingdóm. Lesið á foxsport.com.au og á swimnews.dk.

Grant Hackett er givin

Hetta kunngjørdi hann á “Australian Swimmer of the Year Awards” í Sydney í kvøld. Orsøkin er at kroppurin ikki longur orkar tað nógvu hørðu venjingina, og faktiskt ikki hevur gjørt tað leingi. Í staðin fer hann kanska upp í lokal-politikk í Avstralia, ella møguliga at arbeiða innan bankavinnuna. Craig Lord hevur eina longri grein her á SwimNews, har størstu løturnar hjá Hackett verða nevndar.

Nýtt heimsmet í 800 frí hjá monnum

Grant Hackett er av álvara við aftur, nú hann á Victorian Championships í Victoria í gjár betraði um sítt sjey ára gamla heimsmet í 800 frí á stuttbana, frá 7:25.28 til 7:23.42. Harvið er væl kjansur fyri at hann fer at klára so gott á olympisku leikum í Beijing í næsta mánaða. Lesið her á SwimInfo. Continue reading Nýtt heimsmet í 800 frí hjá monnum

Stór gøla, Hackett er feitur

Éitt er at hann ikki kláraði at svimja við teimum 10 skjótastu á heimsmeistarastevnuni í 10 km havsvimjing seinasta sunnudag, og enntá varð kolldømdur fyri at órógva ein annan svimjara, og harvið misti kjansin fyri at luttaka í havsvimjing á OL. Men tá ið hann hartil kom upp og sá út sum ein hálvfeitur mastersvimjari; var rok í Avstralia. So mikið, at hann mátti stilla upp til ‘photoshoot’ í svimjibuksum í Melbourne nakrar dagar seinni.

Continue reading Stór gøla, Hackett er feitur

2 heimsmet í Avstraliu í dag

Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti ‘gamla’ metið á 28.00).

Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná

og her er metið hjá Rice

Continue reading 2 heimsmet í Avstraliu í dag

Hackett hevur astma

“Ná ja, hvør hevur ikki tað”, hoyri eg allar svimjarar siga. Men tað áhugaverda er at hann ikki hevur fingið tað staðfest fyrr enn nú í september, hóast hann eftir øllum at døma hevur gingið við sjúkuni leingi. Hann hevur bara vant seg við støðuna, sum er ein mild útgáva av astma, forsterkað av harðari venjing og klor. Lesið her á SwimInfo.

Hackett er við aftur

Avstralski Grant Hackett hevur í morgun svomið 800 frí á næstskjótastu tíð nakrantíð í søguni, 7:27.81 (í 25 metra hyli), har heimsmetið er 7:25.28. Hetta var á avstralsku stutthyljameistarastevnuni í Melbourne, sum júst er byrjað. Hackett var faktiskt skuffaður av ikki at seta heimsmet, og heldur at tað nokk var teir innleiðandi í 200 frí fyrr í morgun sum tóku broddin av honum. Lesið á SwimNews ella Swimming Australia.