SSF kravtíðir til Oyggjaleikir 2009-2017

Leivur Frederiksen spurdi meg í 3-2 í gjár, hví einans 11 svimjarar kláraðu krøvini hjá okkum til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar, í mun til 14 til Oyggjaleikir á Isle of Wight í 2011, og 15 til Oyggjaleikir á Jersey í 2015.

Tað er ein góður spurningur, sum ikki er heilt einfaldur at svara, serliga tí at har óivað eru fleiri orsøkir. Frá teimum heilt banalu, til teir ordiliga djúpu.

Continue reading SSF kravtíðir til Oyggjaleikir 2009-2017

Gotland fer at hýsa Oyggjaleikum 2017

Tað er nú kunngjørt at Oyggjaleikir 2017 verða á Gotlandi, eitt rættiliga einfalt val við tað at Gotland vóru einastu oyggjar sum bjóðaðu seg fram til at hava hesar leikir. Oyggjaleikir 2015 verða á Jersey, sum vunnu rættin at hava leikirnar við bara éinum stigi ímóti Gotlandi. Viðvíkjandi Oyggjaleikir verður sagt at Føroyar og Menorca hava bjóðað seg fram, sí channelonline.tv.