Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Úrslitini frá svimjingini á oyggjaleikum í Gotlandi vísa týðiliga framgongd aftaná ættarliðskiftið á Jersey í 2015 og sum heild liggur svimjingin í einum aldutoppi, ið byrjaði á Rhodos í 2007. Til samans hava svimjarnir fingið 76 gull-, 49 silvur- og 49 bronsuheiðursmerki tey seinastu 10 árini. Her skal minnast til, at føroysku svimjarnir luttóku ikki á Bermuda í 2013. Taka vit øll gullheiðursmerkini í svimjing hjá føroyingum síðan 1985 so er talið 101.

Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Upptakt – Fjórði morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt:  Næstan heima – Vit burdu havt eitt sikkurt heiðursmerki í 400 frí, og hava góðar møguleikar í øðrum kappingum eisini. Nú handlar tað mest um hvør ið hevur orku eftir, og hvør ið klárar at seta seg mest upp til síðsta dag.

Continue reading Upptakt – Fjórði morgun á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Triðju finalur á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Triðja finalukvøldið kann gerast eitt av teimum tyngru hjá føroysku svimjarunum, nú vit nærmast hava vant okkum við at vinna gullheiðursmerki. Hóast vit aftur hava svimjarar við í nógvum finalum, so verður kampurin harður um at vinna heiðursmerki. Continue reading Upptakt – Triðju finalur á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Triði morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Hetta er vanliga ein harður dagur hjá okkum føroyingum, har hinar oyggjarnar plaga at hála inn á okkum í heiðursmerkjastríðnum. Men okkurt sikkurt heiðursmerki burdi verið, til dømis í 400 frí og í 200 rygg hjá kvinnum.

Continue reading Upptakt – Triði morgun á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Næstu finalur á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Aftur í morgun gekk tað útmerkað hjá føroyingunum á Oyggjaleikum á Gotlandi, so at vit í kvøld hava svimjarar við til allar finalur uttan teirri einu. Hartil setti Signhild Joensen oyggjaleikamet í 100 rygg.

Continue reading Upptakt – Næstu finalur á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Næsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Aftur annan dag fáa vit svimjara beinleiðis víðari til finalupartin, við tað at Vár E. Eidesgaard hevur bestu tilmeldingartíð í 800 frí. Á pappírinum sær tað gott út, og so fáa vit at síggja hvussu tað roynist í hylinum.

Continue reading Upptakt – Næsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Upptakt – Fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Tað sær út til at Føroyar fáa eina góða byrjan uppá Oyggjaleikir 2017, við klárum favorittum í fyrstu kappingum. Óli Mortensen og Marius Gardshodn eru longu kvalifiseraðir til finalupartin seinnapartin, við bestu og næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí.

Continue reading Upptakt – Fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2017

So eru tað Oyggjaleikir 2017

Oyggjaleikirnir á Gotlandi eru nú settir, har svimjistevnan byrjar í morgin árini, við innleiðandi riðlum og finalum í fýra dagar. Útlitini eru rættiliga góð hjá føroyingum, um enn tað er ein eyka avbjóðing, at einans fimm svimjarar sleppa í hvørja finalu.

Continue reading So eru tað Oyggjaleikir 2017

Ættarliðsskifti á Oyggjaleikum

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2017 hava nú lagt út úrslitasíðuna fyri leikirnar, har vit millum annað síggja eitt rættiliga stórt ættarliðsskifti í svimjing. Éitt er, at okkara egni Pál Joensen ikki luttekur, men hartil mangla nógvir aðrir av teimum til nú stóru profilunum, sum til dømis Fraser-beiggjarnir av Cayman, Ian Black av Jersey, Andrea Strachan úr Hetlandi og Charlotte Atkinson av Isle of Man.

Continue reading Ættarliðsskifti á Oyggjaleikum