10 italskir landsliðssvimjarar afturat smittaðir við korona

Italska svimjisambandið kunngjørdi í dag her á heimasíðu síni, at 10 italskir landsliðssvimjarar eru testaðir positiv fyri koronasmittu, íroknað Gabriele Detti sum vann HM-gull í 800 frí í Budapest í 2017, og Simona Quadarella sum vann HM-gull í 1500 frí í Gwangju í 2019. Lesið her á SwimSwam

(Ná ja, ‘afturat’ var tí at Pellegrini herfyri kunngjørdi at hon var koronasjúk)

Gabriele Detti 7:42.74 og nýtt evropamet í 800 frí

Italski Gabriele Detti megnaði í gjár at svimja 7:42.74 og nýtt italskt og evropeiskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, á italsku EM-úttøkustevnuni í Riccioni. Eisini italski Federico Colbertaldo átti metið á 7:43.84, frá superdrakts-tíðini á HM í Rom í 2009. Í dag svam italska Martina Rita Caramignoli bestu tíð í heiminum í ár í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon vann kappingina við 16:11.70, sum tó er væl spakuligari enn evropametið hjá Lotte Friis á 15:38.88. Nú verður væntað at Gregorio Paltrinieri fríggjadagin fer eftir evropametinum í 1500 metra frísvimjing, eftir at hann herfyri megnaði at svimja 5 km uppá 50:56. Russiski Yury Prilukov eigur evropametið á á 14:43.21 frá OL í Beijing í 2008. Sí úrslit á dbresult.it