Heimsmetið í ‘frídykking’ er 214 metrar (!)

Fyristillið tykkum at taka eina síðstu anding, og so halda ondina í 4 minuttir og 24 sekund, meðan fyrst ein vekt dregur tykkum 214 metrar niður, og ein ballón síðani hálar tykkum upp aftur. Og enntá skula steðga eina løtu á veg upp aftur, 10 metrar undir vatnskorpuni, til at umganga dykkarasjúku. Kava so djúpt, at blóðplasma setur inn í lunguni… sum er gott, tí at tú so umgongur at tey kollapsa. Og við serligum samankroystiligum dykkarabrillum, so at eyguni ikki verða sogin úr høvdinum. Hetta heimsmet eigur eysturríkarin Herbert Nitsch, frá eini kaving í Grikkalandi í 2007.

Herbert Nitsch 214m (702ft) World Record No-limits Dive 2007 in HD from Dan Burton Photography on Vimeo.

Continue reading Heimsmetið í ‘frídykking’ er 214 metrar (!)