Føroyar vann landsdystin móti Íslandi

Endaliga støðan gjørdist 101 – 79 til Føroyar, í landsdystinum Føroyar – Ísland 2009, og harvið ein greiður sigur til okkum. Vit fingu fýra juniormet, í 50 rygg, 400 frí, 50 frí og 50 firvald hjá kvinnum, umframt eitt landsliðsmet í 4×50 blandað hjá monnum. Mona Simonsen var virðismiklasta kvinna í kappingini, tá ið hon kláraði 740 FINA stig í 400 frí, meðan Jakob Jóhann Sveinsson úr Íslandi var virðismiklasti maður, við 884 FINA stigum í 200 bringu. Og Pál Joensen setti føroyskt met í 100 bringu, við sínari splitt-tíð á 100 metrum í 200 bringu.
Continue reading Føroyar vann landsdystin móti Íslandi