SuSvim harrar 1:35.06 og nýtt føroyskt met í 4×50 frí

Teir fýra Rólant Toftum, Høgni Simonsen, Eyðbjørn Joensen og Pál Joensen megnaðu í gjárkvøldið at seta nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, tá ið teir í finaluni á FM/JM 2013 vunnu gull í tíðini 1:35.06, har metið hjá Havnar Svimjifelag frá FM í fjør var 1:35.26. Sí úrslitalistan her.

DSC09820

SuSvim dámur 1:47.15 og nýtt føroyskt met í 4×50 frí

Tær fýra Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Shaila millum Garðarnar og Kristina Elin Thomsen megnaðu í gjárkvøldið at seta nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, tá ið tær í finaluni á FM/JM 2013 vunnu gull við tíðini 1:47.15. Ein tíverri heldur rótut løta í sjónvarpingini hjá okkum, við tað at Ægir dámurnar komu skjótari á mál og tí vórðu feiraðar og interviewaðar í at hava sett met og vunnið gull, áðrenn tað kom fram at har hevði verið eitt ov skjótt skifti millum tveir svimjarar. Sí úrslitalistan her.

DSC09814

Markus 30.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag megnaði í gjárkvøldið at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í finaluni á FM/JM 2013 svam teinin uppá nágreiniliga 30.00 sekund. Einans Pál Joensen var skjótari við 29.12, so eitt flott silvurmerki til Markus í hesi grein. Sí úrslitalistan her.

DSC_7248

Victoria 2:06.13 og nýtt føroyskt juniormet í 200 frí

Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing, tá ið hon í finaluni á FM/JM 1013 gjørdist føroyameistari við tíðini 2:06.13. Tað var stórasystir Cecilia Eysturdal sum átti juniormetið, á 2:06.77 frá Føroyameistarastevnuni í 2011. Sí úrslitalistan her.

DSC09772

Poula 1:03.78 og nýtt føroyskt met í 100 blandað

Poula Øssursdóttir Mohr úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í finaluni á FM/JM 2013 svam teinin uppá 1:03.78. Elspa Mørkøre átti metið frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007, so talan var um eitt lutfalsliga gamalt met, ið Poula her tók. Sí úrslitalistan her.

DSC09760

SuSvim dreingir 1:38.48 og nýtt føroyskt juniormet í 4×50 frí

Teir fýra Róland Toftum, Sigmundur Mørkøre, Høgni Simonsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í morgun nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra bringusvimjing (kidding! … frísvimjing sjálvsagt :-), tá ið teir á FM/JM 2013 vunnu føroyska juniormeistaraheitið við frálíku tíðini 1:38.48. Sí úrslitalistan her.

DSC_7364

Poula 2:23.25 og føroyskt met í 200 firvald, Kristina Elin 2:25.26 og juniormet

Poula Øssursdóttir Mohr setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing,tá ið hon í finaluni á FM/JM 2013 svam teinin uppá 2:23.25, har metið hjá Kristinu Elin Thomsen frá Ægir-stevnu í februar 2012 var 2:25.36. Kristina Elin svam eisini undir sína bestu tíð, og hevur sostatt sett nýtt føroyskt juniormet. Sí úrslitalistan her.

DSC09638

Markus 1:05.82 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann á FM/JM 2013 svam teinin uppá 1:05.82, har metið hjá honum frá stevnu í Vági í mars 2013 var 1:06.26. Markus fer víðari til finaluna í kvøld við bestu tíð ímóti serliga Bartali Hestoy og Páli Joensen, sum tóku sær eitt sindur meira av løttum í morgun. Sí úrslitalistan her.

DSC_7245

Ægir kvinnur 3:55.91 og nýtt føroyskt met í 4×100 frí

Besta liðið hjá Ægir setti í gjárkvøldið stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, tá ið tær á FM/JM 2013 gjørdust føroyameistarar við tíðini 3:55.91, har metið hjá teimum frá FM/JM í fjør var 3:58.58. Svimjararnir vóru nágreiniliga tær somu sum í fjør (við eini eitt sindur ørvísi raðfylgju) – Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Birita Debes – og nevnast skal at besta liðið hjá SuSvim hjálpti væl til at fáa metið niður, við at geva Ægir skarpan gang fyrstu 300 metrarnar. Sí úrslitalistan her.

DSC09574