Kristina og Ronja Ró eisini klárar til NMU / Baku

Kristina í Skála og Ronja Ró í Dímun kláraðu nú seinnapartin báðar kravtíð til NMU 2019, ið sum kunnugt mest sannlíkt endar við at tær báðar umframt Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Rebekka Trygvadóttir mest sannlíkt verða send í staðin til EYOF 2019 í Baku.

Kristina svam 2:30.61 í 200 rygg har kravtíðin til NMU er 2:30.72, og Ronja Ró svam 28.11 í 50 frí, har kravtíðin til NMU er 28.61.

Kristina og Ronja Ró svimja báðar fyri Havnar Svimjifelag – og var tað ikki fyri Rebekku úr Ægir, so hevði HS eftir øllum at døma átt einsamalt allan hópin sum hevur klárað kravtíð til NMU 2019.

Rebekka eisini klár til NMU

Ein genta manglaði í yvirlitinum í gjár, nevniliga Rebekka Trygvadóttir úr Ægir sum kláraði kravtíð til NMU 2019 longu á NMU 2018, og sum síðani hevur klárað tær nakrar ferðir afturat, millum annað tvær ferðir á FM á langgeil í gjár.

Continue reading Rebekka eisini klár til NMU

Ægir-kvinnur 4:33.08 og føroyskt met í 4×100 blandað

Besta kvinnustafettin hjá Ægir setti í gjár nýtt føroyskt met í 4 ferðir 100 metra blandaðari svimjing, tá ið tær á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019 svumu teinin uppá 4 minuttir, 33 sekund og 8 hundraðpartar. Hetta var 5 hundraðpartar skjótari enn gamla metið á 4:33.13, sum Ægir áttu frá FM á langgeil í 2017.

Ægir-kvinnur føroyskt met í 4×100 blandað á FM 2019

Tær fýra sum settu metið, vóru Signhild Joensen (2000, rygg), Rebekka Trygvadóttir (2004, bringa), Malan Jóhansdóttir (2004, firvald) og Barbara Debes (2000, frí). Sí úrslitalistan her.

Startlisti til FM á langgeil 2019

Her eru startlistarnir til FøroyaMeistarastevnuna á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin til sunnudagin hin 26. til 28. apríl 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se