Ægir-kvinnur 4:03.56 og føroyskt met í 4×100 frí

Ægir-kvinnur settu í dag nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, tá ið tær á triðja degi av FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2017 svumu teinin uppá 4:03.56. HS-kvinnur áttu metið á 4:04.84, frá FM á langgeil í fjør. Tær sum svumu nú fyri Ægir, vóru Signhild Joensen, Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm.

Ásbjørg 34.45 og føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á triðja degi av FM á langgeil 2017 svam teinin uppá 34.45 sekund. Ásbjørg átti sjálv metið á 34.61, frá Reykjavík International Games í 2015, sum hon síðani svam ájavnt við eisini á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Ungarn í 2016.

So er tað FM á langgeil 2017

Suðuroyar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya skipa nú 25. til 27. mai 2017 fyri árligu føroyameistarastevnuni í svimjing á langgeil, í Páls Høll í Vági. Sí FM2017L-innbjóðing og startlistar, sum benda á at vit fáa eina sera spennandi stevnu. FM á langgeil 2017 er síðsta freist at klára kravtíð til HM í Budapest, síðst í juli mánaða, umframt til NMU sum verður í Páls Høll hin 8. og 9. juli 2017.