FM úrslit frá 2007 til 2010

Tíðirnar frá FM 2007, ’08, ’09 og ’10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.


Continue reading FM úrslit frá 2007 til 2010

Stórsligið FM við framúr úrslitum

SSF tíðindaskriv um FM og JM 2009

Øll segl vóru sett tá Svimjisambandið um vikuskifiti skipaði fyri 36-indi Føroyameistarastevnuni og 1. Juniormeistarastevnuna. Í einari fullskryddari svimjihøll í Havn kempaðu 83 svimjara úr seks feløgum um heiðursmerki í 42 kappingum. Eftir nýggja bólkabýtinum, ið kom i gildi 1. september farna ár, var eisini svomið um Juniormeistarheiti. Soleiðis at undir innleiðandi um morgunin vóru heiðursmerkini býtt til Junior, to só vóru færri enn seks svimjarar tilmeldaðir, so vórðu øll heiðursmerki býtt í finaluni um kvøldið.

CIMG7486
Continue reading Stórsligið FM við framúr úrslitum

Kári á Høvdanum føroyskt met í 100 rygg

Kári svimur nú 100 rygg uppá 56.11 sekund, har metið hjá honum frá FM í fjør var 56.13.

Tað vórðu tí tilsamans 6 føroyskt met sett á FM í ár

Fríggjadagin …

  • Shaila millum Garðarnar, 50 firvald, 29.55
    – átti sjálv metið á 29.85 frá februar í ár
  • Pál Joensen, 100 frí, 50.78
    – átti sjálvur metið á 51.82 frá EM í desember 2008

Leygardagin …

  • Kári J. á Høvdanum, 50 rygg, 26.05
    – átti sjálvur metið á 26.11 frá DM í 2008
  • Pál Joensen, 100 bringu, 1:05.85
    – Ingi Andreasen átti metið á 1:05.94 frá 1995
  • Pauli Ø. Mohr, 50 frí, 23.44
    – átti sjálvur metið á 23.74 frá apríl í ár

Sunnudagin …

  • Kári J. á Høvdanum, 100 rygg, 56.11
    – átti sjálvur metið á 56.13 frá FM í 2008

SuSvim vann FM og FS vann JM

Suðuroyingar vóru ógvuliga dominerandi í føroyameistarakappingini, meðan kappingin var meira jøvn í juniormeistarakappingini. Fuglafjarðar Svimjifelag vann mest millum juniorar, og Havnar Svimjifelag vann so næstflest bæði millum junorar og í opnu kappingini.

Heiðursmerkjabýti í juniormeistarakappingini …

Felag Gull Silvur Bronsa
FS 12 5 5
HS 10 11 9
SuSvim 10 8 4
FLOT 4 4 7
Ægir 3 6 4
Reki 0 2 4

Heiðursmerkjabýti í føroyameistarakappingini …

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 28 12 12
HS 6 15 10
FS 4 7 10
FLOT 1 2 2
Ægir 0 4 4

Continue reading SuSvim vann FM og FS vann JM