FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið

Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um FM í svimjing:

Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur
Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.

Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.

Kappast verður eftir hesi skrá:

  • Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
  • Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
  • Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30

Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl
17:45.

Vegna Svimjisambandið
Palli Ziskason

Continue reading FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið

LiveTiming sendir ‘LIVE’ frá høllini alt vikuskiftið

Minnist til at tit kunnu fylgja við úrslitunum ‘LIVE’ frá Føroysku Meistarastevnuni í Gundadali í vikuskiftinum, við at fara her á Livetiming.se. Og haldið annars eygu við hesa heimasíðuna og susvim.com, tí har verður óivað eisini okkurt í leypi av stevnuni.

livetiming Continue reading LiveTiming sendir ‘LIVE’ frá høllini alt vikuskiftið

Fyribils startlistin til FM 2008 klárur

Viðfestur her niðanfyri er fyribils startlistin til Føroysku Meistarastevnuna 2008, sum verður nú fríggjadag til sunnudag 16.-18. mai 2008. Vit kunnu skjótt staðfesta at hóast samlaða luttøkan er rættiliga stór, so er hon so gott sum púra uttan teir ‘jokarar’ av útlendskum og/ella fyrrverandi svimjarum sum vit annaðhvørt vónaðu ella stúrdu fóru at melda til. Í øllum førum hvat einstaklingakappingum viðvíkur. Continue reading Fyribils startlistin til FM 2008 klárur