Komin fram

Køge, 24. oktober, 2007 kl 20.14:

Fyrsti triðingur av ferðaliðnum eru komin fram til Køge, men restin eru tíverri seinkað av mjørka. Vit hava verið og shoppað og svomið og etið meðan næsti triðingur fyrst nú er í luftini og síðsti væntandi ikki kemur fram fyrr enn seint í nátt. Í morgin er ætlanin at byrja við svimjing og so fara á Strøget ella í stórcentur at shoppa víðari.

umvegis flot.info

Móttøka fyri Harry og Emmu mánadagin

Í samband við við at Harry og Emma Hansen gevast eftir drúgva tænastu í svimjihøllini á Toftum, verður høvi at heilsa uppá tey í veitsluhølinum á Vesturskin nú mánadagin 1.oktober frá kl. 15 – 17. Sí heimasíðuna hjá Nes Kommunu.

(ja eg veit at hetta er nokk so lokalt, men tá ið eg nú sá tað á tsvim.com fyrst 😉

FLOT byrjar aftur

Sum tit kunnu lesa her á flot.info, so byrjar venjingin hjá FLOT nú so smátt. Í kvøld byrja tey 18 úr 1., 2. og 3. liði sum skulu til Køge í oktober, og restin byrjar so vælsagtans sum vant fyrst í september. Tað er Rúni Gaardbo sum hevur átikið sær at venja fyrstaliðið í ár, og undirritaði hjálpir honum so einar 2 dagar um vikuna, umframt at venja eitt yngri talentlið.