SSF á vitjan hjá FLOT í Runavík

Mikukvøld var tað so FLOT sum stóð fyri tørni, á rundferðini hjá starvsnevnd og svimjinevnd SSF, at vitja føroysku svimjifeløgini. Í mun til í Fuglafirði og í Leirvík varð her meira tosað um teir svimjarar sum liggja beint uttanfyri landslið, við tað at støðan í føroyskari svimjing sum onkur tók til er rættiliga góð hvat teimum yngstu viðvíkur, og teimum bestu, men verri við teimum sum eru í millum hesar báðar hópar.

FLOT fingið nýtt búmerki

DSC06366Svimjifelagið FLOT avdúkaði í kvøld eitt prýðiligt nýtt búmerki, og nýggjar FLOT-draktir eisini, við tilhoyrandi blusum, jakkum, taskum og líknandi. Hetta var á fundi í kantinuni við Løkshøll, har svimjararnir fingu møguleika at passa ymsu støddirnar og bíleggja sær sett við stórum avsláttri frá Berglon. Orsøkin til at skifta búmerki, er at gamla merkið var í fleiri litum, og tí rættiliga dýrt at prenta á klæðir, í mun til hetta nýggja einlitta.

FLOT búmerki

Gravgangur eftir at sleppa at svimja

Pálin bað meg heilsa øllum í gjár, at tað fyribils ikki eru fleiri pláss á liðunum hjá FLOT. Tey kundu gott brúkt eitt lið afturat, segði hon, og støðan er mær vitandi nakað tann sama í Havn, har innskrivingarpappírini gingu undan og alt, tá ið fólk meldaðu seg til síðsta mikukvøld. Ein hin størsti trupulleikin er sum kunnugt pláss í hylinum, men eisini fólk at skipa fyri venjingunum.

IMG061

FLOT royndarkoyrir “venjaravenjing”

Komandi týskvøld klokkan 20 royndarkoyra vit fyri fyrstu ferð eitt nýtt slag av venjing á Toftum, sum vit hava valt at kalla fyri “venjaravenjing”. Hetta er eitt tilboð til serliga venjararnar hjá FLOT, at sleppa í hylin eina ferð um vikuna at svimja nakrar metrar, fyri síðan í felag at royna okkurt svimjitekniskt uppá sín egna kropp. Tú kanst kalla tað eitt slag av masterssvimjing, blandað upp við regluligum repetitiónum av tí sum man lærir til dømis á merkjaskipanar-skeiðunum, og við royndarkoyring av øllum tí nýggja sum kemur fram innan svimjiteknikk.

CIMG2172
Continue reading FLOT royndarkoyrir “venjaravenjing”

Onkur dugir enn …

Eitt stutt videobrot frá skjótt samanskrumblaðu kappingini millum FLOT og FS, seinasta leygardag. ‘Offisiella’ tíðin hjá Paula var 23.97 sekund, meðan Rúni her í videoini fær hana at vera 24.0, og Sonni hoyrist fáa 23.6. Eg havi eisini lagt nakrar myndir út her á Flickr, frá tiltakinum í Fuglafirði, og so skrivar FS eisini um tað her.