Startlisti til FLOT-stevnu 2013

Frá Svimjifelagnum FLOT

Hey Øll somul

Her er startlistin til FLOT-stevnuna 2013 leygardagin 23. feb 2013.

Av tí at tað gleðiliga er hent, at ikki færri enn 170 svimjarar hava boða frá luttøku, so mugu vit siga frá, at fyriskipararnir, í samráð við svimjinevndina, hava tikið avgerð um at strika hesar kappingargreinar:

  • Kap 5: 50 bringa dreingir Bólkur 4
  • Kap 6: 50 bringa gentur Bólkur 3
  • Kap 29: 4×50 blandað Mix Gentur B2 og Dreingir B3

FLOT stevnan 2012
Continue reading Startlisti til FLOT-stevnu 2013

Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. mars 2012

Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá FLOT-stevnuni í gjár, leygardagin hin 3. mars 2012. Úrslitið varð at Reysti vann greitt flest heiðursmerki, 17 gull, 12 silvur og 11 bronsur, meðan Ægir varð nummar 2 við 6 gull, 2 silvur og 4 bronsu, og HS nummar 3 við 4 gull, 5 silvur og 12 bronsu.

Reysti vann mest á FLOT-stevnuni 2012

(Eldru svimjararnir hjá Reysti)
Continue reading Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. mars 2012

Startlisti til FLOT-stevnuna 3. mars 2012

Rúni hevur júst sent út hendan startlistan til FLOT-stevnuna í morgin leygardag 3. mars 2012. Hann heilsar at vegna nógvar tilmeldingar, so er seinni partur er fluttir til at upphitingin nú byrjar kl 15:15 og kappingin kl 16:15, í mun til at hesi upprunaliga skuldu byrja at kappast kl 16.

My home pool ready for 'FLOT stevnan 2008'

Innbjóðing til FLOT-stevnu 3. mars 2012

FLOT búmerkiViðfest er innbjóðing til svimjistevnu hjá FLOT á Toftum hin 3. mars 2012, fyri aldursbólkar 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir. Stevnan er býtt upp soleiðis at tey yngru kappast frá kl 13:30 og tey eldru frá kl 16:00, feløgini verða biðin um at senda tilmeldingarnar inn í seinasta lagi mikukvøldið 28. februar.