Pál 15:08.90 og bronsu í 1500 frí á World Cup í Dubai

Pál Joensen vann sær fyri løtu síðani enn eitt altjóða heiðursmerki, tá ið hann á World Cup stevnuni í Dubai svam 15:08.90 í 1500 metra frísvimjing, og harvið vann bronsu aftanfyri tjekkiska Jan Micka og ukrainska Mikhailo Romanchuk. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2015-11-07 at 16.32.04
Continue reading Pál 15:08.90 og bronsu í 1500 frí á World Cup í Dubai

Fyrstu riðlar svomnir á World Cup í Dubai 2015

So eru fyrstu riðlar avgreiddir á World Cup í Dubai 2015, har Pál Joensen og Óli Mortensen royndu seg í 400 metra frísvimjing, og Alvi Hjelm í 400 metra blandaðari svimjing. Pál og Óli vórðu ávikavíst nr 11 og 29 av 51, og Alvi nr 12 av 19.

Sunrise Dubai

(Image courtesy of Brandon, CC BY 2.0)
Continue reading Fyrstu riðlar svomnir á World Cup í Dubai 2015

Pál millum favorittarnar á World Cup í Dubai

Nú er luttakaralistin kunngjørdur til World Cup stevnuna sum verður í Dubai, fríggjadagin og leygardagin 6. og 7. november 2015. Pál hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, men eru teir tríggir Stephen Milne, Mykhailo Romanchuk og Sergii Frolov har eisini, sum svumu skjótari enn Pál í Doha. Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara eisini at luttaka, Óli í 400 og 1500 frí, og Alvi í 200 og 400 frí.

Dubai Sunset

Image courtesy of the_dead_pixel, CC BY 2.0
Continue reading Pál millum favorittarnar á World Cup í Dubai

Pál 15:13.69 og nr 5 í 1500 frí á World Cup í Doha

Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg aftur í dag á World Cup stevnuni í Doha, Pál og Óli í 1500 metra frísviming, og Alvi í 200 metra blandaðari svimjing. Pál svam í skjótasta riðli í 1500 frí, og endaði har sum nr 5 við tíðini 15:13.69.

pal4
Continue reading Pál 15:13.69 og nr 5 í 1500 frí á World Cup í Doha

Pál beint uttanfyri finalupláss í 400 frí á World Cup í Doha

Teir tríggir Pál Joensen, Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg í dag í 400 metra frí á World Cup stevnuni í Doha, og gekk tað bara heilt ókey. Allir tríggir svumu niður ímóti sínum tilmeldingartíðum, og var Pál bara éitt pláss frá at kunna luttaka í finaluni.

(Føroyska liðið í Doha. Alvi Hjelm eigur myndina)
Continue reading Pál beint uttanfyri finalupláss í 400 frí á World Cup í Doha

Pál, Óli og Alvi til World Cup í Doha og Dubai

Tríggir føroyingar fara nú í næstu viku at luttaka á World Cup stevnunum í Doha og Dubai, tá ið kappingarrøðin hjá FINA kemur hagar. Talan er um Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alva Hjelm úr Ægir, har Pál nú í Doha verður styrkismettur at taka silvur í 1500 frí.

20141203144932- DSC08495
Continue reading Pál, Óli og Alvi til World Cup í Doha og Dubai