EM í kappsvimjing verður sjónvarpað beinleiðis á netinum

Evropeiska svimjisambandið, LEN, sendir beinleiðis frá Evropa Meistarastevnuni í Berlin komandi dagarnar. Pál Joensen fer at kappast í 5 km havsvimjing í dag kl 12:30. Svimjarnir byrja ein og ein, sokallað ‘time-trial’, við eitt minutt í millum startirnar. Pál stendur at vera nr 14 í røðini, men vit hoyra úr Berlin, at tey hava gjørt ein nýggjan startlista, har tað stendur, at Pál skal svimja kl 12:35. Kappingin verður at síggja her.

Úttøkur til NMU, EJM og EM 2014

Svimjisamband Føroya hevur í dag kunngjørt landsliðini til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Bellahøj hin 12. og 13. juli 2014, Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2014 í Dordrecht hin 9. til 13. juli 2014, og til Evropeisku Meistarastevnuna í Berlin hin 18. til 24. august 2014.


Continue reading Úttøkur til NMU, EJM og EM 2014

Kravtíðir til EJM, EM og NMU 2014

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Formenn og venjarar í føroysku svimjifeløgunum fingu viðfesta skriv í telduposti í gjár, við kravtíðunum til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Dordrecht hin 9. til 13. juli 2014, og til Evropeisku Meistarastevnuna í Berlin hin 18. til 24. august 2014.

Kravtíðirnar síggjast eisini á www.ssf.fo.

Til NMU í Bellahøj hin 12. og 13. juli 2014 verða úttikin í mesta lagið 5 gentur og í mesta lagið 5 dreingir, sum til MU 2014 og FM 2014 hava nátt hægstu finastigini, omanfyri 500.

Kravtíðarskeiðið endar nú aftaná FM 2014.