7 føroysk met og 9 juniormet á EJM 2012

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroyska luttøkan á Evropeisku Juniormeistarastevnuni er nú av, og hava okkara svimjarar sum heild svomið avbera væl, upp í móti og betri enn met sum tey í flestu førum sjálvi eiga. Magnus Jákupsson setti 5 føroysk met, 5 juniormet og kvalifiseraði seg 3 ferðir til hálvfinalu, og Cecilia Wigant Eysturdal hartil 2 føroysk juniormet.
Continue reading 7 føroysk met og 9 juniormet á EJM 2012

Magnus 26.53 í 50 rygg, føroyskt met og í hálvfinalu

Rætting, settið av metum í 100 firvald fyrr í morgun var ikki hitt sætta men sjeynda hjá Magnusi Jákupssyni, tí fyrr í morgun kvalifiseraði Magnus seg eisini til hálvfinaluna í 50 metra ryggsvimjing, við tíðini 26.53 har føroyska metið og juniormetið hjá Magnusi var 26.64 frá Danish Open í vár. Altso sjey føroysk met og sjey juniormet hjá Magnusi, tær sjey ferðir hann hevur svomið á EJM 🙂 Sí úrslitalista her.

Magnus á EJM

Magnus 54.12 í 100 firvald, stórt føroyskt met og í hálvfinalu við næstbestu tíð

Magnus Jákupsson í morgun sett sítt sætta sett av metum, tá ið hann á EJM í Antwerpen kvalifiseraði seg til hálvfinaluna í 100 metra firvaldasvimjing, við tíðini 54.12 har føroyska metið og juniormetið hjá honum var 55.46 frá Danish Open í vár. Magnus hevði næstbestu tíð av øllum í innleiðandi, aftanfyri Italska Francesco Giordano sum svam 54.00. Sí úrslitalista her.

Magnus á EJM

Cecilia 2:11.64 og nýtt føroyskt juniormet í 200 frí

Cecilia Wigant Eysturdal hevur fyri løtu síðani sett nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen svam teinin uppá 2:11.64, har metið hjá henni frá Small States stevnuni í 2010 var 2:13.14. Sí úrslitalista her.

Cecilia á EJM í Antwerpen

Magnus 24.69 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, í hálvfinaluni á EJM 2012 í Antwerpen. Nýggja metið er 24.69, har metið hjá honum frá innleiðandi riðlunum í morgun var 24.79, og metið áðrenn tað hansara 24.96 frá EJM 2011. Tíverri rakk tað akkurát ikki til finaluna; hann varð nummar 9 av teimum 16 har 8 sleppa víðari í finalu, og munurin til áttandapláss var bara 2 hundraðpartar. Sí úrslitalista her.

(Magnus er í hvítari hettu á geil 6, triðnærmast okkum)

Magnus 57.91 og føroyskt met í 100 rygg

Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani eisini føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen svam teinin uppá 57.91 sekund, har metið hjá honum frá Mare Nostrum í Monaco 2012 var 58.12. Tíverri bara stutt frá hálvfinalu; men tvey føroysk met og tvey juniormet í tveimum kappingum, tað er nú ikki so galið 🙂 Sí úrslitalista her.

Svimjarar í eldin á EJM og NMU

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Hesir næstu fimm dagarnir verða rættiliga spennandi fyri føroyska svimjing, nú landslið okkara fara at royna seg á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen og Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Keypmannahavn. Magnus Jákupsson liggur rættiliga væl fyri til at koma í finalur á EJM, og í Bellahøj verða tey styrkismett at vinna heiðursmerki.

EJM- og NMU-lidini

(Felagsmynd av EJM- og NJM-liðunum báðum)
Continue reading Svimjarar í eldin á EJM og NMU

EJM-svimjararnir væl framkomnir til Antwerpen

Nógv nýtt tilfar á føroysku Facebook-síðuni fyri EJM í Antwerpen 2012. Tey komu fram í gjár, hava longu vant tvær ferðir, og síggja annars til at hava funnið seg væl til rættis.

Leifi og PH í Antwerpen

(Leifi og Petur Heðin við kantin í Antwerpen. Leifi er íslendski venjarin hjá Mie Ø. Nielsen)