Guðrun og Astrið 26.40 og 26.52 í 50 frí á DMK 2013

Tær báðar Guðrun Mortensen og Astrið Foldarskarð luttóku fyri løtu síðani í B-finaluni á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, og vórðu tær har nummar 1 og 2 av teimum í B-finaluni við ávíkavist 26.40 og 26.52 sekund. Guðrun eigur føroyska metið á 26.04 sekund frá NJM í Íslandi í 2011, meðan besta tíð hjá Astrið til nú var 26.87 sekund frá NM tá eisini í Íslandi í 2011. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2013-11-17 at 6.38.03 PM

Magnus Jákupsson 51.75 og danskur meistari í 100 rygg

Tað bleiv ein yvirbevísandi sigur til Magnus Jákupsson, tá ið hann og Andreas Schiellerup møttust til ‘revanche’ í 100 metra ryggsvimjing, nú aftaná at teir báðir fríggjakvøldið vunnu gull og settu danskt met á hálva teininum. Magnus tók nevniliga beinanvegin leiðsluna við 24.93 sekundum eftir fyrstu 50 metrarnar í mun til Andreas á 25.20, og helt so heim til at vinna í óføru tíðini 51.75 sekund, har Schiellerup svam 52.07. Hetta er stórt persónligt met hjá Magnusi, í mun til hansara 52.62 frá Eysturdonsku Meistarstevnuni á Stuttgeil í oktober, og heldur ikki so langt frá danska metinum hjá Anders Jensen á 51.54, ella norðurlendska hjá svenska Pontus Renholm á 51.35, sum bæði eru frá tíðini við superdraktum afturi í 2009. Tíðin er sambært SwimRankings hin triðbesta í Evropa, hetta svimjiárið, og langt undir kravtíðini hjá dønum til EM í Herning, á 53.16. Sí úrslitalistan her.

Løtu seinni bleiv Magnus nr 4 í 50 firvald, við tíðini 24.59, uttanfyri kravtíðina hjá dønum á 23.69 til EM í Herning. Í innleiðandi svam hann annars 24.05, sum hevði rokkið til eitt triðjapláss í finaluni, so hann fór altso ‘all in’ í hasari fyrstu kappingini, og betaldi prísin nú í firvald.

Fwd: DKM2013 - Magnus - tilvildarlig mynd

Markus Joensen 58.30 í 100 blandað á DM á stuttgeil

Markus Joensen vann fyri løtu síðani B-finaluna í 100 metra blandaðari svimjing, á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, sum eru í Gladsaxe í hesum døgum. Markus svam teinin uppá 58.30, sum er ein fitt betring í mun til hansara til nú persónliga met á 1:00.01 frá Eysturdonsku meistarastevnuna á stuttgeil í oktober. Sí úrslitalistan her.

Markus Joensen, Poznan 2013

(Markus Joensen á EJM í Poznan. Jón Bjarnason eigur myndina)

Magnus, Pál og Frans víðari til finalu seinnapartin

Aftur nú seinnapartin verða føroyingar at síggja í finalu, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Magnus Jákupsson fær út at gera, tí hann hevur bestu tíð í 100 rygg, nú aftaná innleiðandi riðlarnar, og síðani næstbestu í 50 firvald bara eina kapping seinni. Frans Johannesen hevði næstbestu tíð 1:49.07 í innleiðandi 200 frí, og Pál Joensen har sjeyndbestu 1:49.66. Hetta er síðsti dagur á donsku meistarastevnuni, finalurnar byrja klokkan 16 føroyska tíð, og fylgjast kann við her á livetiming. DR hevur stroymað frá øllum finalum, men tað var feilheft í fyrstuni, og er eftir øllum at døma avmarkað til bara at kunna síggjast í Danmark.

Fwd: DKM2013 - Magnus - tilvildarlig mynd

Pál 14:41.17 og silvur á DM á stuttgeil, Alvi danskur juniormeistari

Teir báðir Pál Joensen og Alvi Hjelm royndu seg fyri løtu síðuni í 1500 metra frísvimjing, á donsku meistarastevnuni í Gladsaxe, og gekk tað bara heilt væl. Pál lá leingi og førdi, faktiskt allan vegin upp til gott og væl 1300 metrar, tá ið hann var 2 sekund frammanfyri næstskjótasta Mads Glæsner. Men so gjørdi Glæsner eitt ordans vørr, so at hann tók 1 sekund per 100 metrar, og akkurát vann á Páli við 14:41.10 ímóti 14:41.17. Sí úrslitalistan her

Fwd: DMK2013 3/3 leygardagur

(Pál og Alvi á DMK 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Alvi Hjelm bleiv í sama riðli nummar fýra, við óføru tíðuni 15:37.82, sum merkir av hann vegna sín unga aldur bleiv danskur meistari í eisini hesi greinini, afturat sínum juniormeistaraheiti í gjár í 800 frí. Sí úrslitalistan fyri juniorar her.

Magnus Jákupsson og Andreas Schiellerup báðir dansk met og DM-gull í 50 rygg

Kappingin millum Magnus Jákupsson og danska Andreas Schiellerup bleiv akkurát so spennandi sum væntað, tá ið teir nú fyri løtu síðani svumu finalu í 50 metra ryggsvimjing, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Báðir svumu bestu tíð 24.21 sekund, sum merkir at báðir blivu danskir meistarar í greinini, og at báðir nú standa fyri at eiga danska metið í 50 metra ryggsvimjing. Tað var annars Andreas sum átti danska metið, á 24.35 frá EM í Szczecin í 2011. Sí úrslitalistan her.

DKM2013-Magnus-Andreas-50rygg-guld

(Andreas og Schiellerup aftaná 50 rygg. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Jákup Jacobsen tók eisini finaluna upp á video:

Pál danskur meistari í 800 frí, Alvi danskur juniormeistari

Føroyingar tóku tað heila, nú finalan var í 800 metra frísvimjing á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, sum danska svimjisambandið skipar fyri í Gladsaxe á Sælandi. Pál Joensen vann nevniliga yvirbevísandi í fínu tíðini 7:44.49, og Alvi Hjelm tók líka yvirbevísandi silvurið og samstundis danska juniormeistaraheitið, við 8:08.37. Fyrsti dani var Laust Moesgaard úr Herning, sum svam teinin uppá 8:12.64. Besta tíð hjá Páli er hansara norðurlendska met á 7:36.24 frá landsdystinum ímóti USA í Atlanta í 2011, meðan besta tíð hjá Alva áðrenn hetta var hansara 8:20.33 frá donsku liðkappingini í apríl 2013. Sí úrslitalistan í seniorkappingini nú á DM her, og tann í juniorkappingini her.

Felagið í Esbjerg hevur filmað og lagt hetta út

pal-alvi-800-fri-dmk2013

Magnus 1:54.90, DM-gull og á danska landsliðið til EM í Herning

Magnus Jákupsson varð nú seinnapartin danmarksmeistari í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 1:54.90, greitt frammanfyri næstskjótasti Anders Jensen á 1:56.87 og triðskjótasti Mads Knoblauch á 1:58.29. Tað var ongantíð nakar ivi um at Magnus fór at vinna, tí hann førdi frá fyrsta floyti til síðsta innslag. Magnus kláraði eisini lættliga donsku kravtíðina til EM 2013 í Herning, sum er 1:55.27, og burdi tí heilt sikkurt verið við á liðnum hjá teimum har, nú í desember. Tíðin 1:54.90 er eisini greitt skjótasta tíð sum Magnus hevur svomið á teininum, haldi at skjótasta áðrenn hetta var 1:57.33 frá hesi stevnu í fjør. Sí úrslitalistan her.

Fwd: DKM 2013 myndir 3/3

(Jákup Jacobsen eigur myndina)

Pál, Magnus og Alvi víðari til DM-finalu seinnapartin, Alvi silvur í juniorkappingini

Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Alvi Hjelm megnaðu í morgun at svimja seg víðari til finalu seinnapartin, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Pál og Magnus við bestu tíð av øllum í greinini, Pál 3:50.04 í 400 frí og Magnus 1:59.97 í 200 rygg, og Alvi við 7. bestu tíð 3:55.88 í 400 frí. Frans Johannesen svam seg eisini í finalu í 400 frí, við 4. bestu tíð 3:52.42, so teir verða tríggir føroyingar í hasari donsku finaluni. Alvi vann sær hartil silvur í juniorkappingini.

Fwd: DKM 2013 myndir 2

(Alvi, Frans og Magnus í Gladsaxe. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Markus Joensen bleiv nummar 28 í 200 metra blandað, við tíðini 2:15.53, og nr 37 í 100 bringu við tíðini 1:08.46. Guðrun Mortensen bleiv nummar 31 í 100 frí, við tíðini 59.58. Og í 4×50 frí fyri kvinnur megnaði Astrið Foldarskarð sum fyrsti svimjari hjá VAT-CPH at svimja teir 50 metrarnar uppá 27.57 sekund.
Continue reading Pál, Magnus og Alvi víðari til DM-finalu seinnapartin, Alvi silvur í juniorkappingini

So er tað DM á stuttgeil 2013

Í morgin byrjar Danska Meistarastevnan á stuttgeil, við innleiðandi frá kl 9:30 og finalum frá klokkan 17, danska tíð, hesar næstu 4 dagar fram til og við sunnudagin. Tey eru eini 579 sum fara at kappast um heiðurin at gerast danskir meistarar og juniormeistarar, umframt at tey sum hava danskan svimjitjóðskap eisini hava hendan éina møguleikan at svimja seg á landsliðini til EM á stuttgeil í Herning, og til NJM og NM í Føroyum. Sí upptakt hjá dønum her, umframt hetta sum eg skrivaði um føroysku luttøkuna.

Pál and Mads pretty beat at Istanbul 2012

Til ber at fylgja við úrslitunum so hvørt á livetiming.dk, umframt at DR stroymar frá finalunum. Í morgin er tað serliga holmgongan millum Mads Glæsner og Pál Joensen, sum hevur áhuga fyri okkum føroyingar, umframt at Magnus Jákupsson hevur góðan kjans at vinna gull í 200 metra ryggsvimjing, og har kvalifisera seg til EM á stuttgeil fyri Danmark. Alvi Hjelm og Guðrun Mortensen hava við 10. bestu tilmeldingartíð ein rímiligan kjans at svimja seg í finaluni í ávikavist 400 og 100 metra frísvimjing, og so er tað Frans Johannesen eisini, sum liggur til at fáa heiðursmerki í 400 frí.