Dawn Fraser er ikki fyri nothing

71 ára gamla svimjistjørnan frá OL í 1956, 1960 og 1964 var til staðar tá ið dóttur hennara herfyri varð útsett fyri innbroti, og kom tá at skeldast við teir báðar tannáringarnar sum brutu inn. Ein tók kvalaratak og hótti við at drepa hana, og tá kom øði so av álvara í hana. “I think I lost it”, sigur hon, um tað at hon tók í oyrað og hárið á honum, og sparkaði hann í eistrini við sínum titanium-styrkta knæi, so at hann varð noyddur at sleppa. Og staklarnir vórðu so yvirmannaðir av hinum fólkunum í húsinum, til løgreglan kom. Les t.d. abc.net.au, við mynd av krútsterku ommuni.

Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Avstralsku Dawn Fraser og Shane Gould vóru tiltiknar svimjistjørnur í sínari tíð. Fraser er ein av tveimum svimjarum sum hevur vunnið gull í somu grein á trimum OL á rað (1956, 1960 og 1964), meðan Gould er einasti svimjari sum hevur átt í heimsmet í øllum olympiskum frígreinum í senn , frá 100 til 1500 metrar, áðrenn hon gavst sum 16 ára gomul í 1972.

Eg var so heppin at møta Gould í 2005, sum liður av einum venjaraskeiði í Holstebro við Bill Boomer og Milt Nelms. Hon svam tá enn 100 firvald á langbana við eini tíð á 1:08, 50 ára gomul.

Eg eri tann fullisjúki móði í FLOT-troyggju her niðanfyri, meðan hini eru Lars Kirkegaard (dani, fyrrverandi venjari hjá Louse Ørnstedt), Bill Boomer (amerikansk teknikk-guru), Shane Gould og Milt Nelms (tiltikin amerikanskur venjari… var t.d. síðsta vón hjá Ian Thorpe, áðrenn Thorpe valdi at gevast heilt).

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá Melbourne 2007