Nú verða svimjarar aftur troyttir

Áhugaverd grein her á Politiken.dk, har Paulus Wilderboer, landsliðsvenjari hjá Danmark, greiðir frá túrinum hjá donskum úrvalssvimjarum til Japans at kappast í síðstu viku. Hann sigur at hetta var betur enn luttøka á World Cup, við tað at svimjararnir kundu royna hvussu tað er at kappast eftir langa ferð og við ‘jetlag’ ímóti góðum svimjarum sum man ikki kennir. Svimjararnir vóru móðir eftir venjingarlegu á Kýpros, og úrslitini vóru tí svingandi, frá “acceptable” til “meget ringe”. Og so sigur hann: »Svømmerne må bare vænne sig til den nye virkelighed: når de bliver trætte, så er de trætte og får ikke længere hjælp fra dragterne. De har for nemt svømmet hurtigt de seneste år.«

Nú er skjótt liðugt við at pissa í hylin

Danir eru so troyttir av fólki sum míða í hylin, at tey til dømis í høllini í Jyllinge ætla at koyra okkurt evni í vatnið, sum litar vatnið beinanvegin og týðiliga, á staðnum har sum onkur pissar. Trupulleikin er annars rættiliga útbreiddur – onkur amerikansk kanning sigur sambært greinini her á eb.dk, at fimti hvør vaksni svimjari pissar í hylin, tá ið tey eru í svimjihøll.

Picture courtesy of tano_n’dere, CC BY-SA
Continue reading Nú er skjótt liðugt við at pissa í hylin

Danskir langteinarar svimja skjótt í løtuni

Tað er ikki so langt síðani at Mads Glæsner tók norðurlendska metið hjá Pál Joensen í 800 frí, og nú betraði Lotte Friis so eisini um sítt norðurlendska í 1500 frí, við (langbana) tíðini 16.09.10, á stevnu í Zaragoza í Spania. Og tá eru tað bara nakrir fáar dagar síðani at Pernille Larsen tók metið frá Louise Ørnstedt í 200 rygg, við at svimja 2.11.10 á langbana í Berlin.

Føroyskir svimjarar skulu sum kunnugt niður at kappast ímóti hesum dønum, á Danish Open í apríl mánaða.

Danska svimjisambandið samtykt forboð ímóti ‘kappingardraktum’

Lesið her á swim.dk og her á svoem.dk. Danska svimjisambandið hevur samtykt at forbjóða nýtslu av øllum sokallaðum ‘kappingardraktum’ á ‘árgangsstevnum’, “i såvel Dansk Svømmeunions regi som i regi af medlemsklubberne”. Tað vil í ár siga forboð ímóti øllum draktum sum ikki hava ‘klassiskt’ snið í buksum ella drakt, hjá gentum føddar 1995 og seinni og dreingjum føddir 1993 og seinni.

Forboðið er tó ikki galdandi á stevnum har yngru svimjararnir kappast ímóti seniorum (DM, DJM og DMH), og tá ið yngru svimjararnir kappast uttanlanda. Fyri at umganga møguligar misskiljingar, verður danski teksturin endurgivin í síni fullu longd, her í tí fylgjandi …
Continue reading Danska svimjisambandið samtykt forboð ímóti ‘kappingardraktum’

Loynidómurin aftanfyri danska OL-succés er vísind og test

Tað sigur Lars Sørensen, elitechef hjá danska svimjisambandinum, og toppsvimjarin Jeanette Ottesen gevur honum rætt. Danir innførdu eina skipan fyri fimm árum síðani við testum og mátingum av svimjarum innan økini skaðafyribyrging, fysiologi og teknikk, har m.a. 100.000 krónur verða brúktar hvørt ár til at fáa estiska Rejn Haljand til Danmarkar at filma og eftirmeta teknikkin hjá dønum, og aðrir fysiologar regluliga máta hvussu nógva mjólkasýru svimjararnir skapa, so hvørt sum teir skipa skjótari og skjótari.

Triði parturin er ‘fysiologisk screening’, sum gongur út uppá regluliga at hyggja at hvørjum einstaka úrvalssvimjara, til at meta um ein skaði er á veg, og í so fall seta tiltøk í verk longu áðrenn skaðin uppstendur. Alt í alt er hetta ein skipan sum danir sjálvir halda hava hjálpt teimum nógv, og serliga Rejn Haljand fær rós frá Jeanette Ottesen. “Den mand er et geni”.

Lesið spn.dk

Danski landsliðsvenjarin vil hava professionellar svimjarar

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Danmark, Paulus Wildeboer úr Hálandi, heldur at tað er neyðugt at donsku úrvalssvimjararnir verða fulltíðarsvimjarar, um teir skulu kunna fylgja við í gongdini í svimjing yvirhøvur. Og danski Team Danmark stjórin Michael Andersen gevur honum rætt, at tað er torført at fylgja við í kappingini, tá ið budgettið hjá dønum veksur við 2% um árið, meðan budgettið hjá kappingarneytunum veksur við 25% um árið. Lesið tv2.dk