Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu

Róland Toftum setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin við tíðini 1:06.24. Pál Joensen átti metið á 1:06.40, frá Bergen Swim Festival í 2015. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Róland Toftum svimur 100 bringu á HS-stevnu 25. september 2016

Continue reading Róland 1:06.24 og føroyskt met í 100 bringu

Magnus gull, Signhild met, 3. dag á Danish Open 2017

Triði dagur er nú avgreiddur á Danish Open 2017, aftur við góðum úrslitum til føroyingar. Magnus Jákupsson vann gull í 50 rygg, og Signhild Joensen setti tvær ferðir nýtt føroyskt met og juniormet í 100 rygg.

Continue reading Magnus gull, Signhild met, 3. dag á Danish Open 2017

Nógvir føroyingar víðari til finalu eisini 3. dag á Danish Open 2017

Tey eru nú komin til triðja av fimm døgum á Danish Open 2017, og føroyingarnir koyra á. Signhild Joensen setti føroyskt met í 100 rygg, og eini fimm eru víðari til finalur seinnapartin, fýra av teimum til A-finalur. Continue reading Nógvir føroyingar víðari til finalu eisini 3. dag á Danish Open 2017

Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam seg í A-finaluna við næstbestu tíð av øllum, 1:03.59 aftanfyri bara danska OL-heiðursmerkjavinnaran Mie Ø. Nielsen. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík. Sí úrslitalistan her.

Continue reading Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Gull og silvur til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2017

Næsti finalupartur er nú avgreiddur á Danish Open 2017, við góðum úrslitum til føroyingar. Frans Johannessen vann silvur í 200 blandað, og Óli Mortensen vann aftur í ár gullið í 800 frí.

Continue reading Gull og silvur til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2017

Føroyingar í finalu eisini 2. dag á Danish Open 2017

Tey eru í holtur við næsta umfar av innleiðandi riðlum á Danish Open 2017, har eisini føroyingar royna seg. Sára Nysted svam seg í A-finalu í 400 blandað, Frans Johannessen í A-finalu í 200 blandað, Alvi Hjelm í B-finalu í 200 blandað, og Óli Mortensen er skjótasti maður í 800 frí.

Continue reading Føroyingar í finalu eisini 2. dag á Danish Open 2017

Gull og silvur til føroyingar á Danish Open 2017

Fyrsti dagur er farin afturum á Danish Open 2017, við rættiliga góðum úrslitum til føroyingar. Óli Mortensen vann silvur í 400 frí, og Magnus Jákupsson gull í 100 rygg. Hartil vórðu Róland Toftum og Alvi Hjelm nr 1 og 2 í C-finalu í 200 bringu.

Continue reading Gull og silvur til føroyingar á Danish Open 2017

Føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2017

Fyrstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á Danish Open í Bellahøj í morgun, og fingu vit í øllum førum nakrar føroyingar víðari til finalur. Óli Mortensen hevði næstbestu innleiðandi tíð av øllum í 400 metra frísvimjing, og Magnus Jákupsson 6. bestu í 100 rygg.

Continue reading Føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2017

Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.

Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017