Dániel Gyurta helt sítt lyfti: Gav Dale Oen familjuni eitt OL-gullmerki – og helt røðuna á norskum

Ungarski bringusvimjarin Dániel Gyurta lovaði sum kunnugt nú í summar at fáa gjørt eitt kopi av sínum gullmerki frá OL í London, at geva familjuni hjá Alexander Dale Oen. Nú í vikuskiftinum var hann so í Hamar í Noregi, har norðmenn høvdu sítt árliga ítróttar-galla, og nýtti tá høvi til at siga eitt sindur á norskum eisini. Total respekt higani!