Eyðbjørn Joensen skjótastur í 400 frí á DÅM

Dansk ÅrgangsMesterskab var sum kunnugt í vikuskiftinum, har svimjarar úr Ægir, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag luttóku allir fyri Ægir. Tey kappaðust uttanfyri sjálva meistarastevnuna, og vóru tí ikki við í kappingini um at gerast danskir meistarar. Men fyri tað er møguligt at samanbera tíðir, har vit millum annað síggja at Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag var klárt skjótari enn nakar dani í 400 frí í sínum árgangi, við tíðini 4:15.43 í mun til at skjótasti dani svam 4:17.06. Annars vóru úrslitini tíverri eitt sindur svingandi, sum tit kunnu lesa meira um á heimasíðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag.

Dansk ÅrgangsMesterskab byrjar í annaðkvøld

Ægir er í dag farið til Danmarkar við 7 av sínum bestu svimjarum við aldri til donsku meistarastevnuna fyri ung, umframt tveimum úr Havnar Svimjifelag og einum úr Suðuroyar Svimjifelag. Tey svimja uttan fyri kapping, og liggja tí konsekvent niðast á startlistunum, frámerkt sum “EXT”. Men samanbera vit tilmeldingartíðirnar, so kundu tey tað sama ligið ovast. Fylgið við á www.livetiming.se og á www.aegirsvim.com

Danir broytt kravtíðirnar til DÅM 2010

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur Danska Svimjisambandið nú valt at broyta kravtíðirnar hjá “gruppe 2” til Danske Årgangsmesterskaber 2010, sum eru gentur árgang 1998-99 og dreingir árgang 96-97. Talan er sambært SwimNews.dk sum heild um linking av kravtíðunum, uttan í 100 rygg hjá gentum árgang 1999, har kravtíðin nú er 0.5 sekund harðari.
Continue reading Danir broytt kravtíðirnar til DÅM 2010