Ungarskar legendur kappast á HM fyri Masters 2017

Ímynda tær at trífaldu OL-gullvinnararnir luttóku sum landslið aftur í heimlandi sínum, tíggju ár seinni. Í einum landi sum elskar ítróttin.

Hetta er umleið tað sum fer at henda í Budapest í dag, tá ið ungarsku Millenium møta turkisku Galatasaray, í sínum fyrsta dysti á veg til tað sum væl kann roknast sum eitt rímiliga trygt gullheiðursmerki, á HM fyri Masters 2017 í vatnpolo.

Dysturin verður stroymaður beinleiðis her:

Budapest 2017

Føroyar 4:10.29 í 4×100 blandað á HM 2017

Føroysku HM-svimjararnir royndu seg í morgun sum lið, tá ið innleiðandi riðlarnir vórðu avgreiddir í 4×100 blandað fyri mix-lið. Eitt jaligt upplivilsi fyri føroyingarnar, sum við tíðini 4:10.29 endaðu sum nr 19 av 31 tilmeldaðum liðum.

Continue reading Føroyar 4:10.29 í 4×100 blandað á HM 2017

So er tað HM 2017 í Budapest

Nú sunnudagin hin 23. juli byrjar kappsvimjistevnan í svimjihyli á HeimsMeistarastevnuni á langgeil 2017, har eisini føroyingar luttaka. Kappast verður í átta dagar, frá sunnumorgni 23. til sunnukvøld 30. juli, og føroyingar fara at royna seg allar hesar dagar undantikið hósdagin hin 27. juli.

Continue reading So er tað HM 2017 í Budapest

Eyka úttøka til HM 2017 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi svimjarar eyka til HM í Budapest 2017:

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

Hesi koma afturat teimum báðum longu úttiknu til HM 2017:

  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Signhild Joensen (2000), Ægir

Ferðaleiðari verður Anita Ryggshamar Nysted, og venjarar Øyvind Røsland og Juan Jaime Arroyo Toledo

Image courtesy of Ivanhoe, CC BY-SA 3.0

Danube Arena klár til HM 2017 í Budapest

FINA skrivar her, at hóast nýggja høllin í Budapest fyrst verður tikin alment í nýtslu í mai mánaða, so er hon longu klár at nýta. Mikudagin kunngjørdu tey at høllin skal eita Danube Arena, og royndu tey trý Hosszu, Cseh og Gyurta tá eisini sum tey fyrstu hylin. Sí Budapest 2017 á Facebook.

Continue reading Danube Arena klár til HM 2017 í Budapest

Dan skal døma á HM 2017 í Budapest

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár teirra útnevnilsi av dómarum til HeimsMeistarastevnuna 2017 í Budapest í summar, har føroyski høvuðsdómarin Dan Hjelm er millum tey 26 útvaldu. HM er eitt av allarstørstu og týdningarmestu tiltøkum sum FINA skipar fyri, og er hetta tí sjálvsagt ein stórur heiður fyri Dan og Svimjisamband Føroya.

Dan dómari á EM 2016 í London. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina.

Continue reading Dan skal døma á HM 2017 í Budapest