Stjórin hjá SVØM biður fólk hyggja frameftir

Stjórin hjá Dansk Svømmeunion kemur nú við sínari útlegging av søguni um danska harraliðið á EM, í bloggu síni á svoem.dk. Hon viðurkennir at tey hava ein trupulleika við at harrarnir eru nakað afturúr í støði í mun til kvinnurnar, men heldur at rokið í Budapest mest var vegna stress og feiltulkingar og ymiskir mátar at tackla sovorðið uppá. Og sigur so annars: “Jeg synes også, det kunne være rart, om der for en gangs skyld blev udvist noget anerkendelse af vores eliteafdelings arbejde og resultater. Eller er vi blevet så medaljevante allerede, så seks medaljer ved et EM, er noget, vi tager som en selvfølge, at der bare leveres?”
Continue reading Stjórin hjá SVØM biður fólk hyggja frameftir

Pan Pacs 2010 ‘vann’ á EM 2010

Nú er Pan Pacific 2010 avgreitt, og til ber tí at samanbera úrslit har við úrslit á EM 2010. Tað hava tey gjørt við eini ‘virtuellari’ stevnu her á SwimmingWorld Magazine, og støðan gjørdist altso at Pan Pacs hevði bestu gullheiðursmerkjatíðir, og tí ‘vann’ stevnuna við 23 gull, 24 silvur og 17 bronsu, har EM til samanberingar fekk 17 gull, 16 silvur og 23 bronsu.
Continue reading Pan Pacs 2010 ‘vann’ á EM 2010

Móttøka fyri EM-svimjarunum tann 24. august

Svimjisambandið boðar frá, at almenn móttøka verður fyri EM-liðinum í SMS, týsdagin 24. august kl 10:30. Við vón um at møtt verður fjølment, til at heiðra okkara svimjarar fyri framúr avrik í Budapest. Persónligt met í hvørjari kapping, tvær ferðir í finalu og eina ferð silvurheiðursmerki, trý føroysk met og eitt norðurlendskt met, og nummar 15 av yvir 40 londum á EM 2010.

DSC00398

Danska harraliðið í kreppu, nú stjórar teirra átala so

Bringusvimjarin Chris Christensen eftirmetir EM í Budapest í bloggu síni her á SwimNews.dk, og sigur millum annað: “Men al den snak der har været om tøsedrengeholdet, og generelt den måde der bliver snakket TIL os på, får jo en til at tænke på om det er det værd at fortsætte på det danske landshold. Og specielt nu som den eneste af de 4 fejlende drenge tilbage i landet, er det uundgåeligt at tænke om man skulle søge nye udfordringer.”

Pál setti Føroyar á evropakortið

Føroyar bleiv nr 15 av 41 londum, ið luttóku í Budapest. Evropeiska svimjisambandið LEN hevur 51 limalond.




Continue reading Pál setti Føroyar á evropakortið