Steffen og Biedermann eru ársins svimjarar í Evropa

Britta SteffenTýskarar vóru stóru vinnarnir, nú umboð úr øllum evropeiskum svimjisambondum og hjá fjølmiðlum skuldu velja evropeisku “Athletes of the Year”. Britta Steffen vann heiðurin sum besti kvinnuligi svimjari, vegna sínar HM sigrar í 50 og 100 frí, sum eisini vóru heimsmet. Paul Biedermann vann hjá monnum, vegna síni HM gull í 200 og 400 frí, ið eisini vóru heimsmet. Og týskarar vunnu eisini heiðurin hjá havsvimjarum, við Angelu Maurer sum vann HM á 25 km, og Thomas Lurz sum vann 5 og 10 km. Les SwimNews.com og www.len.eu