Landsliðsvenjarin farin frá

Frætt er frá álítandi keldu, at landsliðsvenjarin Brian Marshall er farin frá, tí hann ikki kláraði at uppfylla tær avtalur sum vóru millum íslendska og føroyska svimjisambandið. Tað er ikki heilt greitt enn hvussu ið nú verður við samstarvinum millum svimjisambondini bæði, men arbeitt verður við at finna føroysku svimjarunum nýggjan landsliðsvenjara.

ÚF prát við Brian Marshall í kvøld

Útvarpið hevði áhugavert prát við nýggja landsliðsvenjaran Brian Marshall í kvøld, í sambandi við fyrstu landsliðslegu hansara í Klaksvík nú í vikuskiftinum.

Eftir øllum at døma eru ætlanirnar hjá honum at samansjóða føroyska landsliðsarbeiðið við arbeiðið hjá íslendingum, har hann eisini er landsliðsvenjari. Hann fer at hava eina fýra landsliðslegur í Føroyum hetta svimjiárið, umframt at egnaðir føroyingar sleppa til Íslands at venja við íslendska landsliðnum. Tey fyrireika eisini eina felags luttøku á stevnu sunnanfyri í summar.

Hann tosaði eisini um innihaldið á landsliðsleguni nú í vikuskiftinum. Hann hevur onkur videodømi við av góðum teknikki, og ætlar sær annars at kanna landsliðssvimjararnar við onkrum serligum telduforriti .

Svimjisambandið sett nýggjan landsliðsvenjara

Á heimasíðuni hjá Svimjisamband Føroya stendur í dag skrivað:

Í samband við tað langtíðarætlan, sum svimjisambandið hevur lagt fram í vár, er landsliðsarbeiðið eisini viðgjørt. Úrslitið av hesi viðgerð er m.a. at vit nú fáa ein landsliðsvenjara, sum ikki er venjari hjá nøkrum ávísum felagi. Hetta meta vit at vera ein fyrimun í dagliga arbeiðinum at menna føroyska svimjing.

Ætlanin er at endurskoða landsliðsarbeiðið og hesum kemur nýggi venjarin at standa fyri. 

Svimjisamband Føroya og Svimjisamband Íslands hava nú gjørt samstarvsavtalu fyri komandi árið.

Samstarvið inniber m.a., at landsliðsvenjari í Føroyum verður Brian Marshall, sum er breti, men býr í Íslandi.

Hann hevur royndir sum venjari í nøkur ár, og er í dag knýttur at íslendska svimjisambandinum.

Samstarvið byrjar 1. august, men longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar í samband við, at oyggjaleikaliðið er á venjingarlegu í Tórshavn.