Menn 200 bringu á OL í Berlin 1936

Fantastisk video her, frá finaluni í 200 metra bringusvimjing á Olympisku Leikum í Berlin í 1936. Vit síggja tríggjar ymiskar mátar at svimja bringu (tá): Amerikanski John Higgins svimur við (tá lógligum) firvaldaarmtaki, japanararnir Hamuro og Koiko og týski Sietast gammeldags bringusvimjing við høvdinum uppi, og japanski Ito við nærmast undirvatns-bringuarmtaki allatíð. Og so er Hitler har eisini, ordiliga spenntur, til líkasum at seta krúdd á tað heila.