Pál 3:49.63 og gull á Bergen Swim Festival 2013

Pál Joensen vann sær í dag enn eitt altjóða gullheiðursmerki, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2013 / Alexander Dale Oen Memorial svam teinin uppá 4.49.63. Stórtalentið Henrik Christiansen í Noregi varð nummar 2 við 3:52.06, og ungarski Zsombor Szana nummar 3 við 3:59.20. Besta tíð hjá Páli er væl skjótari enn hetta, 3:40.12 í ‘superdrakt’ og 3:41.05 í stuttibuksum; men sum man sigur … vunnið er vunnið 🙂

úrslit á medley.no

bsf-2013-men-400-free

Pál 1:50.49 og silvur á BSF 2013

Pál Joensen vann sær í dag silvurheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2013 / Alexander Dale Oen Memorial, tá ið hann í finaluni í 200 metra frísvimjing í kvøld svam teinin uppá 1:50.49. Svenski Simon Sjödin vann gullið við tíðini 1:47.88, og norski Henrik Christiansen bronsu við 1:50.74. Sí úrslit á medley.no

bsf-2013-200-free-final

Pál og danskir heimsmeistarar á veg til Bergen Swim Festival

Sum nevnt byrjar Bergen Swim Festival 2013 / Alexander Dale Oen Memorial í dag, við luttøku av millum øðrum Páli Joensen. Her niðanfyri er ein mynd sum Rikke Møller Pedersen legði út á Facebook í morgun, frá tá ið tey fóru úr Kastrup. Danska luttøkan eru Rikke, Jeanette Ottesen og Mie Ø. Nielsen, sum allar vunnu gull á HM í Istanbul í desember, umframt Viktor Bromer sum vann silvur á EM á stuttgeil 2012.

Startlistarnir til Bergen Swim Festival klárir

Bergen Swim Festival verður sum kunnugt 19. – 21. apríl 2013, við sterkum felti allarhelst serliga tí at tað í ár hevur fingið hjánavnið ‘Alexander Dale Oen Memorial’, til minnis um norska heimsmeistaran sum doyði beint undan hesi stevnu í fjør. Startlistanir síggjast her, har vit millum annað síggja at Pál Joensen hevur bestu tíð í 400 metra frísvimjing, og næstbestu í 200 metra frí.

bsf2013mens400free