Minnast tit Beograd?

Ein klassikari frá 2008, lyftur fram á forsíðuna nú tað gongur væl aftur í 2011. Koyr á Magnus! 🙂

Eg kundi ikki lata vera, nú farið verður til Kroatia, at tríva í aftur alt tað góða úr Beograd. So her er ein ‘montaga’ hjá Jón Briani Hvidtfeldt og Rás2, tilsett myndir hjá mær og av susvim.com, harav nógvar eru tiknar av serbiska fotografinum Andrea Ilic, umframt onkur einstøk av góðum fólki í danska svimjifelagnum Sigma NS. Takk fyri gott samstarv í Serbia 🙂

Kappingargreining frá teimum 400 í Beograd

Estin Rejn Haljand er fastur fúsur at greina kappingar fyri evropeiska svimjisambandið LEN, og hevur tískil eisini nú greiningarnar frá EJM í Beograd klárar her á heimasíðuni www.swim.ee. Tíverri bara frá finalum og semifinalum, og tíverri ikki frá teinum longri enn 400 metrar. Men splitt-tíðir, frekvensur og armtakslongd frá teimum 400 frí hjá Páli eru so har, at samanbera við kappingarneytarnar. Continue reading Kappingargreining frá teimum 400 í Beograd

Rás 2 samrøða við Kára ísv. teir 50 rygg í Beograd

Soleiðis sá tað út, “Studio 4” hjá Rás 2 í Beograd. Vit valdu hetta staðið, tí at her var internetsamband, og rímiligur skuggi fyri sólini.

Continue reading Rás 2 samrøða við Kára ísv. teir 50 rygg í Beograd